Tíðindi
Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt skal hava nýggjan stjóra 1.september í ár. Skúlastjórin, ið hevur leitt skúlan, síðani skúlin varð stovnaður í 2018, hevur sagt seg úr starvi. Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har skúlastjórin fær høvi at mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.-9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu, og við aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu. Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við.
Onnur tíðindi
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin
-
06.07.2026Bókaormarnir hvørva, og eingin leggur í
-
03.07.2026Vit síggja ávirkanina av stórari skíggjanýtslu
-
02.07.2026Siðbundna mentanin í fólkaskúlanum kannast
-
01.07.2026Lógin ásetur, at tað eru lærarar, sum undirvísa