Tíðindi

Lógin ásetur, at tað eru lærarar, sum undirvísa

01.07.2026
Føroya Lærarafelag góðtekur ikki, at skúlar seta onnur enn útbúnar lærarar at undirvísa í fólkaskúlanum.

Síðstu árini eru lærarar settir til viks í fólkaskúlanum, og stuðlar settir ístaðin at undirvísa. Hetta hendir, sjálvt um tað bara er ein útbúgvin lærari, sum kann setast í starv at undirvísa í fólkaskúlanum.

Tað er bara heimild at seta ein stuðul, tað er hjálparfólk ella pedagogur, í fólkaskúlanum til at veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina, so at hesi kunnu vera í flokkinum. Men veruleikin er tíverri ein annar. Tað er ikki í lagi, at dugnaligir nýútbúnir lærarar verða settir til síðis í fólkaskúlanum fyri ístaðin at seta stuðlar. Vit taka hetta í stórum álvara, so at lærarar verða settir í øll størv.

Uppgávurnar í fólkaskúlanum eru broyttar og vaksnar nógv. Jacob Eli S. Olsen heldur, at lærarar mugu laga seg til broyttu umstøðurnar í fólkaskúlanum, taka neyðugu ábyrgdina á seg og  serútbúgva seg at røkja uppgávuna.

Tað hevur týdning, at lærarar taka allar undirvísingaruppgávur á seg, tí lærarar eru útbúnir at undirvísa, eisini teimum næmingunum, har tað krevur longri tíð, at vera í smærri bólkum og at vera uttan fyri flokshølið partar av skúladegnum, so at næmingurin hevur umstøður at mennast fakliga og trívast í skúlanum. Vit hoyra um dømi, at fólk, sum ikki læraralærd, verða sett at lesa og rokna við næminginum, og at onnur enn læraralærd verða sett sum vikarar í skúlanum. Tað er ikki í lagi, tí at lærarin er útbúgvin at undirvísa næmingunum. Tað er ikki í lagi, at lærarar ikki fáa fulltíðarstarv ella ikki fáa arbeiði í skúlanum, tí at ikki læraralærd verða sett í starv og undirvísa í fólkaskúlanum.

Fólkaskúlalógin ásetur greitt, at tað eru útbúnir lærarar, ið undirvísa í fólkaskúlanum. Í § 35 er ásett:

”Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetri Føroya ella donskum læraraskúla sbr. stk. 2-5 ella aðra læraraútbúgving á sama støði, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent”

At onnur enn lærarar verða sett at undirvísa er brot á fólkaskúlalógina og kunngerðina um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul.

Tað er eingin hjálp hjá næminginum, ið hevur tørv á at verða undirvístur av einum serútbúnum lærara, at skúlaleiðarar seta ein, sum ikki er útbúgvin. Um ein næmingur er lesiveikur, so er tað ein undirvísing frá einum orðblindalærara, ið næmingurin hevur tørv á. At seta lærarar á henda hátt til síðis er at undirgrava læraran og at taka rættin frá næminginum at fáa undirvísing frá einum útbúnum lærara.