Tíðindi
Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul
Føroya Lærarafelag er við í útnorðursamstarvinum fyri lærarafeløg, Útnorð. Úr Føroyum eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Yrkisfelagið Miðnám, úr Íslandi KI og Grønlandi IMAK, sum er fakfelag fyri fólkaskúlalærarar í Grønlandi. Feløgini í Útnorð bóru eina felags kvøðu fram fyri landstingslimunum, sum stóðu og lýddu á úti á trappuni í Landstinginum. Í kvøðuni varð m.a. borið fram:
”Vit taka lógvatak saman við grønlendska fólkinum. Grønlendska fólkið er sum lærarar teirra – djarvir, gløggir við nógvari vitan um sína søgu. Teir eru greiðir yvir, nær upprunaarvur, mál og samleiki teirra eru í vanda, og at teir ikki eru einsamallir um at verja hesi týðandi virði. Røddin hjá einum landi hevur einki at gera við íbúgvaratal, um tað búgva nógv ella fá fólk har. Hon er eyðkend av virðum, virðing og ágrýtni hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri at styrkja samfelagið. Vit eru errin av at kalla okkara grønlendsku grannar okkara brøður og systrar. Grønland og grønlendska fólkið hava ósvitaligan rætt til sjálv at gera av sína egnu framtíð. Ein mentan, sum verður leidd av máttinum hjá "teimum stóru og sterku", eigur ongantíð at vera góðtikin. Vald eigur ongantíð koma ístaðin fyri virðing fyri einstaklingum, náttúru og søgu. Vit avnokta heimsmyndina, sum byggir á hóttan og happing. Vit í Útnorði standa saman við IMAK – nú og í framtíðini. Vit taka lógvatak um Grønland. Grønland er ikki til sølu. Grønland kann ikki verða tikið. Vit standa saman.”
Á tiltakinum bóru felagsskapirnir EI, ETUCE og NLS eisini sína heilsan fram, og forfólk og umboð fyri lærarafeløg úr Danmark, Noregi, Svøríki, USA, Kanada og Meksiko. Eftir kvøðurnar takkaðu Jens-Frederik Nielsen, landstingsformaður, og Múte B. Egede, landstingslimur, fyri dygga stuðulin. Elna Thomsen Heilmann, forkvinna í IMAK, takkaði mangar ferðir fyri stuðulin frá lærarafeløgum um allan heim.
Onnur tíðindi
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin
-
06.07.2026Bókaormarnir hvørva, og eingin leggur í
-
03.07.2026Vit síggja ávirkanina av stórari skíggjanýtslu
-
02.07.2026Siðbundna mentanin í fólkaskúlanum kannast
-
01.07.2026Lógin ásetur, at tað eru lærarar, sum undirvísa