Tíðindi
Kunngerðin fer at hava við sær størri tilvit
Tað er eitt knapt ár síðan, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi varð sett í gildi. Kunngerðin setur krøv til arbeiðsgevarar, at arbeiðið skal í øllum liðum verða lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum, bæði út frá einari einstakari og einari samlaðari meting, eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligar, og at fyribyrgjandi tiltøk skulu setast í verk sambært teimum almennu meginreglunum um fyribyrging.
- Vit rokna við, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvið fer at hava við sær størri tilvit um týdningin av góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi, og tað fer at gagna nógvum av okkara limum. Men samstundis mugu skúlarnir arbeiða við ásetingunum í kunngerðini, soleiðis at tær fara at gera arbeiðsdagin tryggari. Eitt er, at sálarligt arbeiðsumhvørvi er komið í kunngerð. Næsta arbeiðið er at fáa vakrar orðingar til veruleikar í gerandisdegnum hjá okkara limum, sigur Føroya Lærarafelag í ársfrágreiðing sínari, sum var løgd fram fyri limum felagsins fyrst í mai.
Fyri at fáa kunngerðina viðkomandi hava Lærarafelagið og Heilsuhjálparafelagið saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum arbeitt við at menna tilfar til arbeiðsplássmetingar. Tilfarið er nú klárt at royna á arbeiðsplássunum.
- Lærarar og skúlaleiðarar koma alt ov ofta illa fyri sálarliga, tí at arbeiðsumhvørvið ikki er í lagi. Við arbeiðsplássmetingunum meta vit, at arbeiðsumhvørvið hjá limum okkara verður tryggari. Men tað krevur tó, at trygdarskipanin í skúlanum arbeiðir við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, eitt nú við arbeiðsplássmetingunum.
Arbeiðseftirlitið hevur dagført tilfarið til arbeiðsplássmetingar fyri fólkaskúlar, so at tað er lætt hjá trygdarskipanunum í skúlanum at fara í gongd; tilfarið samsvarar við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Lógin um arbeiðsumhvørvi ásetur, at tað er ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum at tryggja arbeiðsumhvørvið og at samstarva við trygdarskipanina á staðnum fyri at náa hesum máli. Ein arbeiðsplássmeting kann greina avbjóðingar og vísa á vandar í arbeiðsumhvørvinum á arbeiðsplássunum.
- Tað er gott grundarlag hjá trygdarskipanini at finna loysnir og gera eina ætlan fyri, hvussu vit skulu arbeiða, fyri at bøta um trygd og heilsu hjá starvsfólkunum. Ein styrki við arbeiðsplássmetingini er eisini, at leiðslan og starvsfólkini samstarva um arbeiðsumhvørvið á staðnum.
Fólkaskúlarnir í Suðuroynni og Bú- og heimatænastan í oynni verða tey fyrstu at royna nýggja leistin við arbeiðsplássmetingum. Arbeiðsplássmetingin verður gjørd á hvørjum arbeiðsplássi sær, meðan Arbeiðseftirlitið, Lærarafelagið og Undirvísingarstýrið vegleiða og fylgja við, hvussu arbeiðið gongur í skúlunum.
Lærarafelagið hevur seinastu árini lagt nógva orku í arbeiðið at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum og skúlastjórum. Hetta er eisini eitt øki, sum Fakfelagssamstarvið, sum Lærarafelagið er partur av, hevur raðfest. Áðrenn kunngerðin kom í fjør, var sálarligt arbeiðsumhvørvi ikki nevnt við einum orði í lóg ella kunngerð.
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at øll hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, bæði kropsliga og sálarliga. Lærarar og skúlastjórar hava tó havt lítla hjálp í hesi ásetingini, tí arbeiðið fyri arbeiðsumhvørvinum hevur fyri tað mesta tikið støðið í fysisku umstøðunum.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul