Tíðindi
Danska lærarafelagið fegnast um ætlanirnar á fólkaskúlaøkinum
”Hetta er heilt vist tann rætti vegurin fyri fólkaskúlan,” segði ein glaður lærarafelagsformaður, tá hann las samgonguskjalið hjá nýggju stjórnini, sum tók við valdinum í Danmark týsdagin. Stjórnin, sum er mannað við sosialdemokratínum, sosialistiska fólkaflokkinum, moderatunum og teimum radikalu, nevna ætlanirnar fyri ”barnanna Danmark”. Ætlanirnar fylla ikki minni enn seks síður í samgonguskjalinum.
”Eg eri faktiskt ovfarin av, at stjórnin er so ambisjøs á øllum fólkaskúlaøkinum. Ætlanirnar skilmarka eitt nýbrot fyri skúlan,” sigur Gordon Ørskov Madsen, formaður í lærarafelagnum.
Fimm milliardir eyka um árið, fleiri útbúnar lærarar, ein verkætlan, sum skal lyfta 100 skúlar, sum hava lægstu karakterirnar í donskum og støddfrøði, umframt eina røð av minni og miðalstórum átøkum og verkætlanum.
Umframt er upphædd sett av at gera íløgur; upphæddin er so mikið stór, at hon sambært lærarafelagsformanninum kann gera avgerandi mun. Eisini eru ætlanir um at menna eina nýggja játtanarskipan fyri fólkaskúlan.
”Tað er stórt framstig, tá talan er um at tryggja eina trygga og sunna fígging av fólkaskúlanum,” sigur hann.
Enn er ikki nógv ítøkiligt at frætta um, hvussu henda skipanin fer at síggja út. Frá stjórnini skilst, at nýggja skipanin skal tryggja eina meiri javnsetta fígging soleiðis, at skúlarnir kring alt landið eru á jøvnum føti. Tað heldur Gordon Ørskov Madsen merkir, at stjórnin vil hava eina skipan, sum skapar tryggari fígging.
”Ein nýggj skipan fer at framtíðartryggja fíggingina av fólkaskúlanum. Í dag er tað soleiðis, at tá pengar verða játtaðir fólkaskúlanum, skulu skúlarnir spara líka nógv, sum teir fáa í meirjáttan. Skúlin tolir ikki, at tann gongdin heldur fram.”
Størsta uppgávan hjá ráðharranum
Ert tú ikki stúrin um, at nógv av tí, sum stendur í samgonguskjalinum, er ov úrtøkiligt?
”Tá vit hava eitt so breitt og umfatandi grundarlag fyri stjórnini, ber ikki til at vænta, at so nógv er ítøkiligt. Eg hefti meg við, at tað á fleiri økjum verður lagt upp til samstarv fyri at kunna seta ymiskt í verk. Tað vísir ein opinleika, at tey eru sinnað at taka tey, sum eiga lut og hava innlit í økini, verða tikin við upp á ráð. Tað haldi eg er gott.”
Hvat heldur tú verður størsta uppgávan hjá útbúgvingarmálaráðharranum?
”Tað verður at seta gongd í eina tilgongd, sum skal føra til eina tryggjari fígging av fólkaskúlanum við eini nýggjari játtanarskipan, og so umframt at tryggja, at tað eru nóg nógvir lærarar við læraraútbúgving. Tí tað eru fortreytirnar fyri, at vit kunnu lyfta fakligheitina í skúlanum.”
Kelda: folkeskolen.dk
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul