Tíðindi
Dania heldur fram
02.06.2026
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Daniu Niclasen í farloyvisstarv, sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026.
Dania er 40 ára gomul og úr Miðvági. Hon hevur tikið læraraútbúgving í UCN Hjørring í 2015, professiónsbacelor í donskum, linjugrein í søgu, B.Ed ískoytisútbúgving á Setrinum og Master í management and leadership í 2026.
Dania hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, bæði sum einalærari, lærari og á ser-økinum. Hon hevur seinastu trý árini røkt skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla og hevur tí eisini viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul