Tíðindi

15 vilja verða skúlastjóri við Løgmannabreyt

30.06.2026
Herfyri varð skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst, tí Undirvísingarstýrið vildi hava fleiri umsóknir. Tá ið avtornaði komu 15 umsóknir inn.

Fríggjadagin í farnu viku var freistin at søkja skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt úti. 15 umsóknir komu inn. Í fyrra umsóknarumfarinum komu 9 umsóknir.

Søkt hevur verið eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevni hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgdina í Skúlanum við Løgmannabreyt. Skúlastjórin, sum hevur verið síðan skúlin var stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.-9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu. 

Starvið verður sett frá 1. septembur 2026.