Tíðindi

Pílarnir peika rætta veg

24.07.2026
Summir næmingar verða so hugbundnir, at teir hava ilt við at sleppa kreativu tilgongdini og sita til langt eftir, at tímin er liðugur. Av vera hugbundin hevur týdning fyri okkum menniskju, fyri sálarheilsuna og trivnaðin, og tað kanst tú í grundini fáa inn í allar lærugreinir, um tú vilt. Tað sigur Ruth Norðgerð, sum undirvísir í gagnlist í Eiðis skúla.

Fimti og sætti flokkur í Eiðis skúla er samanlagdur flokkur. Helmingurin av næmingunum hevur valt gagnlist og hin helmingurin sjóvinnu, og teir hava evnini fýra tímar um vikuna, tveir tímar hvørja ferð. Gagnlist fatar um leir, glas og køk, sum næmingarnir hava upp á skift. So vítt tað ber til, verða evnini tvinnað saman, tað er, at lutirnir, sum næmingarnir gera í leiri og glasi, verða brúktir, tá næmingarnir hava køk. Yvirskipaða endamálið við evnisgreinunum er tó ikki at gera mat og skapa lutir av leiri og glasi. Tað týdningarmesta er tilgongdin at gloyma teg burtur í onkrum, tú tímir at gera, og at vera hugbundin, sigur Ruth Norðgerð, sum undirvísir í gagnlist.

- Skúlin í sjálvum sær í dag leggur seg rættiliga nógv eftir úrtøku av einum ella øðrum slagi. At tú arbeiðir miðvíst fram ímóti einum máli. Tann kreativa tilgongdin er ein heilt onnur; hon kann vera ógviliga ørkymlandi og fara allar vegir, til næmingurin at enda, kanska beint áðrenn tímin er liðugur, finnur út av, hvat hann hevur hug at gera, og hvussu luturin skal síggja út. Hóast næmingurin kanska heldur, at einki er komið burturúr, og at tímin er burturspiltur, so er hann tað als ikki í mínum hugaheimi. Henda tilgongdin er ógviliga lærandi og mennandi.

1000035476 (1)

Hjá summum næmingum kann tað vera trupult at fáa eina óbundna uppgávu, samanborið við at fáa at vita, hvat tú skalt gera og hvussu, og summi muta ímóti beinanvegin og hava ilt við at fara í gongd, sigur Ruth Norðgerð. 

- Summum dámar ikki at vera í eini kreativari tilgongd, har tey skulu fordjúpa seg og savna seg um okkurt einstakt. At gera okkurt, sum tú ikki ordiliga veitst, hvussu tú skalt gera. Tað kann vera ringt at fáa næmingarnar at skilja, at tað ikki er luturin, sum tú evnar, ið hevur týdning, men tilgongdin at gera lutin. Bara tað at megna at vera í kreativari tilgongd kann vera ringt, og tað er ikki altíð, at tað eydnast mær at fáa teir at fordjúpa seg. Men bara prátið millum meg og næmingin um tað, sum hann hevur hug at gera, er lærandi, tí tað kann lata sinnið hjá næminginum upp. Allir tímarnir eru tó ikki soleiðis; onkuntíð fáa teir eina bundna uppgávu.

Næmingar eru ikki óvanir at síggja kreativar tilgongdir á internetinum, eitt nú við at reika á youtube, men veruleikin í eini kreativari tilgongd er øgiliga langt frá tí, sum næmingar síggja har.

1000035477

- Tað gongur øgiliga skjótt fyri seg í mongu videobrotunum, sum eru at finna á netinum, og tú sært tilgongdina úr fleiri sjónarhornum; tann, sum er á skíggjanum, tosar alla tíðina, viðmerkir alt, og alt sær lætt, kekkað og ómakaleyst út. Har er eingin fordjúping ella hugbinding í nøkrum liði í tilgongdini. Tað hevur týdning at hava kreativar lærugreinir í skúlanum, sum noyða teg at fordjúpa teg.

Hvat stendur eftir, tá ið skúlaárið er liðugt, er ymiskt, alt eftir, um tú spyrt læraran ella næmingin. Ruth Norðgerð heldur, at hevur næmingurin lært at vera í kreativari tilgongd og at vera hugbundin, er málið rokkið.

- Eg síggi, at teir mennast. Summir næmingar verða so hugbundnir, at teir hava ilt við at sleppa kreativu tilgongdini og sita til langt eftir, at tímin er liðugur. Av vera hugbundin hevur týdning fyri okkum menniskju, fyri sálarheilsuna og trivnaðin, og tað kanst tú í grundini fáa inn í allar lærugreinir, um tú vilt. Fyrimunurin er eisini, at lærarin kemur nógv tættari næminginum í undirvísingini, og næmingarnir fáa eisini betri samband hvør við annan, tá ið kreativa tilgongdin er í gongd. Prátað verður um alt møguligt; tað er sosialt og hugnaligt. Pílarnir peika allir rætta vegin, tá talan er um alt, sum ikki kann mátast.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2026.

1000035474