Tíðindi
Orðfeingi avgerandi fyri framtíðina hjá barninum
Málið er ikki bara ein miðil at samskifta; málið er eisini ein valdsmiðil. Longu sum barn gjørdist eg greiður yvir, hvussu stóran týdning orðfeingi hevur, tá ið míni foreldur, sum vóru rýmd úr einum landi við borgarakríggi, ikki skiltu tað, sum var sagt í tíðindasendingum í sjónvarpinum. Tá sá eg, hvussu nógv eitt ríkt mál hevur at siga. Lívið verður avmarkað, um tú ikki kanst seta orð á tínar tankar, um tú ikki verður hoyrd ella hoyrdur ella kanst taka lut í samfelagnum. Av tí at eg var elst av mínum systkjum, góvu foreldrini mær ábyrgdina at tulka tíðindasendingar og brøv frá myndugleikunum. Hetta hevur sett dám á meg og formað meg til tann, eg eri í dag.
Sambært gransking í máli hava børn, sum byrja í skúlanum, umleið 8000 orð í orðfeinginum. Sum tilflytari við foreldrum, sum ikki skiltu málið, veit eg við vissu, at eg ikki hevði so stórt orðfeingi, tá ið eg byrjaði í skúlanum. Sjálvt hjá børnum við svenskum foreldrum kann orðfeingið vera misjavnt. Nógv viðurskifti ávirka. Tað tekur tíð at menna orðfeingi, og menningin verður ávirkað av eini røð av viðurskiftum, so sum sosialari bakgrund, tjóðskapi, hvussu nógv tú hoyrir orð og samspælinum millum vaksin og barn. Tá ið eg byrjaði í barnaskúlanum, hevði eg eitt avmarkað orðfeingi orsakað av, at eg ikki hevði havt møguleika at byggja tað upp. Eg mátti gera alt fyri at koma á javn við hini børnini og fáa sama fyrimun sum tey, samstundis sum eg skuldi víðka orðfeingið, soleiðis at málmenningin í mínum føri var innan fyri tað normala. Tað er tí einki at siga til, at eg mátti stríðast alla mína skúlatíð. Tíverri er tað veruleikin hjá nógvum næmingum í dag.
Mótbrekka hjá teimum, sum eru afturúr
Málgransking vísir eisini, at næmingar eiga at læra 3000 nýggj orð hvørt ár; tað vil siga umleið 8 orð um dagin, um talan skal vera um normala málmenning. Tað hevur við sær, at næmingar, sum frammanundan hava avmarkað orðfeingi, eru støðugt í eini mótbrekku. Við øðrum orðum er tað ikki løgið, at nógvir næmingar hava tað trupult í skúlanum. Tá ið talan er um lesifatan, kann tað vera nóg mikið ikki at skilja summi av lyklaorðunum í einum teksti fyri at misskilja tað, sum søgan snýr seg um ella vil siga. Tí hevur tað so stóran týdning ikki at taka fyri givið, at næmingar duga ávís orð ein ávísan aldur. Orðfeingið hjá næmingum kann vera ógviliga ymiskt, og bara við at arbeiða miðvíst við orðfeinginum, kunnu vit leggja upp fyri ymsu málsligu fortreytunum hjá næmingunum.
Skalt tú klára teg væl í skúlanum, hevur orðfeingi sera nógv at siga. Tí eiga lærarar at menna eina røð av didaktiskum hættum og hava eina undirvísing, sum fremur menningina av orðfeinginum. Her snýr tað seg eisini um at vekja lesihugin, sum er so týðandi fyri at víðka orðfeingið. Lesur næmingurin regluliga, sær og hoyrir hann nýggj orð, sum leggja seg aftrat orðfeinginum.
Alt er treytað av orðfeinginum, plagi eg at hugsa. Nøgdin av orðum, eitt barn dugir, er avgerandi fyri málmenningina, sum aftur leggur grundina undir lesi- og skrivimenningini. Tí er orðfeingið ein fólkaræðisligur spurningur.
Tíðargrein eftir Mikhael Mikalides, sum er sernámsfrøðingur á Annerstaskolan í Huddinge í Svøríki. Greinin hevur áður staðið í ritinum Grundskolläraren og er endurgivin á www.vilarare.se
Onnur tíðindi
-
07.08.2026Ov stór frávera? Summir næmingar fáa hjálp ov seint
-
31.07.2026At lurta eigur aldri at koma ístaðin fyri at lesa
-
24.07.2026Pílarnir peika rætta veg
-
14.07.2026Turid Vang Frederiksen nýggjur skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin