Tíðindi

Nýggjur einalærari í Haraldssundi

01.07.2026
Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Hildu Jørgensen, sum einalærara, í Haraldssunds skúla frá 1. august 2026.

Hilda er 38 ára gomul og býr í Klaksvík.

Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla við linju í alis- og evnaðfrøði, støddfrøði og ítrótti/svimjing.

Hilda hevur undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon royndir á serøkinum.

Hon hevur viðkomandi royndir at leiða og arbeiða sum einalærari.