Tíðindi
Bókaormarnir hvørva, og eingin leggur í
Fyri stuttum las eg ein part úr Narnia fyri mínum næmingum í sjeynda flokki. Hóast bókin er til yngri lesarar, halda nógv, at hon er góð at hoyra. Stríðið millum tað góða og ónda, sum fer fram í einum fjarskotnum landi handan eina skápshurð er framvegis hugtakandi! Næmingarnir hava ikki lisið hana, og nógv hava heldur ikki sæð filmin. Bókin er sum so løtt at lesa, men eg eri ivaleysur í, at nógv sannlíkt ikki skilja nógv orð, sum koma fyri í bókini.
Nøkur orð úr partinum vóru: smábrúk, skinnabein, durahamari, húsmóður, húka, grim, spír, fram eftir rommum, hválv.
Tá ið eg spurdi næmingarnar aftaná, fekk eg váttað tað, sum eg helt. Næmingarnir høvdu bara hóming av, hvat hesi orðini merkja. At tey ikki kenna summi av orðunum, skilji eg væl, men eg hugsi, at tey kundu gitt seg fram til summi teirra, til dømis durahamari og skinnabein. Spír og hválv koma fyri í lýsingini av Paravel, sum kann fáa lesaran at hugsa, at talan er um eitt slott. Ein, sum er von ella vanur at lesa, savnar seg um søguna og gáar um orð og skilir samanhangir. Lesarar ogna sær so hvørt fleiri orð.
Skalt tú læra teg orð, so er einki betri enn at lesa tey í einum samteksti ella samanhangi. Eg plagi at vísa næmingum mínum, hvussu eg geri og hugsi, tá ið eg komi fram á orð, sum eg ikki kenni. Tá ið Edmund kemur til slottið hjá hvítu heksini uttan at Petur, Susan og Lucy eru við, verður heksin í ringum lag: ”Hvussu vágar tú tær at koma einsamallur?” rópti heksin, so tað dunaði í høllini. ”Segði eg ikki við teg, at tú skuldi taka systkini við?” Heksin er beisk (tað klæðir ikki drotningini at vera ill ella veik), tá ið Edmund ikki heldur sín part av avtaluni. At finna merkingina av hinum orðunum er ikki ringt.
Seinni henda sama dagin spurdi eg næmingarnar í níggjunda flokki, um teir kendu orð, sum koma fyri í Narnia. Summir næmingar flentu í samhuga við næmingunum í sjeynda og søgdu: ”Vit duga heldur ikki øll orðini.” Ein næmingur rætti hondina upp og segði, hvat smábrúk er og gav okkum nøkur dømi. Síðan fóru vit undir at lesa Carrie eftir Stephen King, sum í sínum bygnaði, bæði tá ið talan er um spenning og mál, er so øgiliga nógv øðrvísi enn Narnia.
Summi orð í byrjanini á bókini góvu alt fyri eitt næmingunum stórt høvuðsbrýggj: atkomandi, óvikandi, offurlamb, avskapað, pátrúgv, leysatíðindi, vamsligur, stikni, ísúgvandi, virking, messandi, pultur, undirgivin.
Tað ber ikki til at steðga upp alla tíðina og greiða frá, hvat orðini merkja. Næmingarnir mugu lesa orðini og sjálv hugsa um, hvussu tey koma fyri í tekstinum. Av samtekstinum og orðunum, sum koma fyri áðrenn og aftaná, ber til at skilja, hvat ókend orð merkja. Í byrjanini hevur næmingurin kanska bara ein varhuga av, hvat orðið merkir, men oftari tað kemur fyri, betri fatan fær hann av tí. Tað er soleiðis, at ein lesari so við og við ognar sær fleiri orð – og fær størri orðfeingi.
Hóast varskógvan um lesikreppu hendir einki
Eftir dagsins lesing við næmingunum hugsaði eg aftur á, hvussu eg sjálvur gjørdi, tá ið eg var bókaormur og las ta einu bókina fyri og aðra eftir. Í byrjanini hevði eg onga hóming av, hvat summi orð merktu, men tað hevði einki at siga. Tað var upplivingin av øllum ævintýrunum og góða felagsskapinum, sum var avgerandi fyri, at eg hevði hug at lesa. Ígjøgnum lesingina fekk eg tó at enda ein góðan varhuga av, hvat hangarur, smáfloti, herdeild, reiðflokkur, gonguskari, atgerð, afturtøka, fregnartænasta, herfylgi og hjáland merkja.
Næmingar, sum ikki lesa regluliga, fara at hava tað trupult við at ogna sær orð, og málið fer sannlíkt at avmarka møguleikarnar, teir hava í lívinum. Hóast vit vita, at tað er so, vantar næmingum bæði undirvísingartilfar og bøkur at lesa framíhjá. Meiri enn helmingurin av landsins skúlum hava ómannað skúlabókasavn. Skúlamyndugleikarnir heita á lærarar at finna aðrar hættir enn lesing í undirvísingini, um tað verður ov trupult at lesa. Bara seks prosent av næmingunum í níggjunda flokki lesa fimm síður ella meiri samanhangandi fagrar bókmentir ein vanligan skúladag.
Nógv suffa og eru stúrin um, at skjótt eru eingir bókaormar eftir. Men er tað í grundini so løgið? Tað virkar als ikki sum, at lesing hevur týdning, hvørki í skúlanum ella samfelagnum yvirhøvur við niðurløgdum fólkabókasøvnum og minni stuðli til mentanartilboð. Tá ið lesandi lærarar skríggja seg hásar um viknandi lesiførleikar hjá næmingum og minkandi lesihug, svarar ein ikki-lesandi skúlastjóri, lærari ella námsfrøðingur: ”Hava tit roynt at lesa Zlatan-bókina?”
Fredrik Sandström er lærari í svenskum á Gäddgårdsskolan í Arboga í Svøríki; hann skrivar eisini tíðargreinir í tíðarritinum Ämnesläraren og er ritstjóri fyri Lektionsbanken. Henda tíðargreinin hevur staðið á www.vilarare.se/amneslararen
Onnur tíðindi
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin
-
03.07.2026Vit síggja ávirkanina av stórari skíggjanýtslu
-
02.07.2026Siðbundna mentanin í fólkaskúlanum kannast
-
01.07.2026Lógin ásetur, at tað eru lærarar, sum undirvísa
-
01.07.2026Deildarleiðari settur fyri Sernám