Tíðindi
At lurta eigur aldri at koma ístaðin fyri at lesa
– At lurta eftir bókum er heilt fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa, men tað er ikki eins gott fyri tey, sum enn ikki hava lært at lesa, sigur Betty Tärning.
Tá ið ljóðbøkur bara eru eitt klikk á einum knøtti burtur, er tað freistandi hjá lærarum og foreldrum at lata børnini lurta heldur enn at lesa. Í báðum førum snýr tað seg jú um at stíga inn í eina søgu.
– Men at ”lesa við oyrunum” er ikki tað sama sum at lesa við eygunum. Hjá okkum, sum duga at lesa, er munurin stórur, men hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra seg at lesa, er munurin øgiliga stórur.
Lesing styrkir nógvar førleikar
Betty Tärning er partur av einum granskingarbólki í kognitiónsvísindum (fatanarvísindum) við Lunds universitet og hevur ofta fyrilestur um tilgongdina at læra og menningina hjá heilanum. Hon byrjar ofta við at tosa um, hvussu menniskjað var til.
– Menniskju byrjaðu sannlíkt longu frá fyrstu byrjan at siga søgur fyri hvørjum øðrum, so heilin hevur lært seg at fáast við mál ígjøgnum túsund av árum, men lesing krevur meiri av heilanum; tað var ikki fyrr enn ár 300, at vit vóru greið yvir tað.
Ella fyri at siga tað stutt og greitt:
– Hugsa vit um menningarlæruna, er lesing lutfalsliga nýtt virksemi.
Og tað hevur týdning fyri lesingina hjá næmingum í dag. Tá ið eitt barn – ofta eftir tógvið stríð – hevur lært seg at lesa, letur ikki bara ein endaleysur heimur seg upp við sannroyndum og søgur. Í tilgongdini at læra at lesa mennir barnið eisini sínar førleikar at hugsavna seg og at minnast.
– Á henda hátt lærir barnið at loysa ein trupulleika og hugsa kritiskt. Lesilæringin byrjar sum ein snyril, ið gongur uppeftir, har øll okkara evni styrkja hvørt annað.
Og lærir barnið einki av hesum við at lurta eftir eini ljóðbók?
– Soleiðis er tað, men tað merkir ikki, at børn, sum eru í ferð við at læra at lesa, ikki skulu lurta eftir bókum – tær eru sjálvandi eitt gott ískoyti. Men ljóðbøkur eiga at vera júst tað, eitt ískoyti. Tær eiga aldri at koma ístaðin fyri lesivenjing.
Vita allir lærarar hetta?
– Tað er óivað ymiskt. Míni egnu børn hava havt lærarar, sum ikki hava ivast í at geva teimum eina ljóðbók, um tey hava víst ónøgd við, at tey hava stríðst við at lesa.
”Ikki altíð stuttligt”
Betty Tärning tekur undir við nógvum í orðaskiftinum um skúlar og lesing:
– At læra at lesa er ikki altíð stuttligt, tað kann heldur hinvegin vera ógviliga strævið. Men vit vaksnu mugu halda á at stuðla børnunum í tilgongdini at læra at lesa.
Summum børnum dámar væl at lurta eftir tekstinum samstundis sum tey lesa hann; hvat sigur gransking um tað?
– Tað kann vera gott, um tú ert ein góður lesari, men hjá tí, sum er í ferð við at menna lesiførleikarnar, er tað ikki skilagott. Við at royna at lesa samstundis sum tú lurtar, versnar fatanin av tí, sum tú lurtar eftir. Og mann kann spyrja seg sjálvan, um barnið bara sigur seg lesa fyri at gera tey, sum siga, at lesing er umráðandi, nøgd.
Kelda: www.vilarare.se
Onnur tíðindi
-
07.08.2026Ov stór frávera? Summir næmingar fáa hjálp ov seint
-
24.07.2026Pílarnir peika rætta veg
-
17.07.2026Orðfeingi avgerandi fyri framtíðina hjá barninum
-
14.07.2026Turid Vang Frederiksen nýggjur skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin