Tíðindi

Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum

10.07.2026
Ein nýggj kanning staðfestir, hvussu umráðandi tað er at lesa fyri børnum. – Vaksin eiga at vita, hvussu nógv tey hava at siga, tá ið skúlin ikki megnar at røkka øllum børnum, sigur Dilsa Demirbag-Sten, aðalstjóri í svenska søgumálaráðnum.

Børn, sum hoyra søgu frá tí tey eru heilt lítil, læra fyrr at lesa og lesa meiri sjálv. Tað vísir ein kanning um lesivanar hjá børnum, sum svenski Akademibókahandilin hevur gjørt. Í bólkinum, har foreldur lósu fyri børnum sínum, áðrenn barnið var eitt ár, lósu um 25 prosent av børnunum sjálv, tá tey vóru um fimm ár. Í bólkinum, har foreldur byrjaðu at lesa fyri børnum sínum, eftir at barnið var eitt ár, lósu um 18 prosent av børnunum, tá tey vóru um fimm ára gomul.

6 av 10 vilja, at tey lósu meiri

Onnur úrslit:

  • Foreldur, sum byrjaðu at lesa fyri sínum børnum, áðrenn tey vóru eitt ár, lesa oftari fyri børnunum, tá tað verður eldri.
  • 72 prosent av foreldrunum lósu fyri børnunum, áðrenn tey fyltu eitt ár.
  • Næstan ein triðingur av foreldrunum lósu dagliga fyri sínum 10 ára gomlu børnum.  
  • 6 av 10 foreldrum høvdu viljað, at tey lósu meiri fyri sínum børnum.
  • 35 prosent av børnunum síggja sjáldan ella ongantíð foreldrini lesa sjálv.
  • 63 prosent av ommum og abbum keypa ommu- og abbabørnunum bøkur og lesa fyri børnunum.

Søgumálaráðið og Akademibókahandilin samstarva um at fáa børn at lesa. Arbeiðið snýr seg eitt nú um at fáa til vega sjálvboðin at vera saman við børnum í útbúgvingardeplinum hjá søgumálaráðnum, har vaksin lesa fyri børnum.

”Gongdin vekir stúran”

Lesi- og skriviførleikarnir eru heilt avgerandi fyri ikki bara framtíðina hjá børnum, men fyri alt samfelagið, leggur Dilsa Demirbag-Sten, aðalstjóri í søgumálaráðnum, áherðslu á. Hon sigur, at tað er sera umráðandi, at fleiri vaksin lesa fyri børnum.

– Tú kanst vera fyrimynd sum omma og abbi, sum keypir bøkur. Tú kanst eisini vera ein mostur ella granni, sum lesur fyri børnum. Nógv foreldur hava tað strævið í gerandisdegnum, og summi eru einsamøll við børnunum og hava ov lítla tíð. Vit lesa minni, og tí er umráðandi, at átøk verða gjørd á nógvum mótum. Vaksin mugu viðurkenna, hvat tey kunnu gera. Børn gera sum vaksin, eisini tá ið talan er um lesing.

Er tað ikki nóg mikið, at skúlin mennir børnini í lesi- og skrivitilgongdini?

– Fyrr var tað so, at skúlin rakk teimum næmingum, sum ikki høvdu lesingina við heimanífrá. Nú eru tað fleiri børn, sum ikki lesa heima, og tað er ikki bara í økjum, sum eru sosiobúskaparliga illa fyri. Gongdin, sum vit síggja í dag við vaksandi gjógv millum tey, sum lesa og ikki lesa, vekir stúran. Tað er við at geva øllum børnum atgongd til eitt ríkt mál, at vit kunnu minka um gjónna, sigur Dilsa Demirbag-Sten.

Lesandi fyrimyndir nógv at siga

At lesandi fyrimyndir eru sjáldsamari, sæst alla staðni.

– Tað er bara at hyggja seg um í bussum ella tokum ella aðrastaðni. Fólk hanga yvir telefonini heldur enn eini bók. Men um børn síggja síni foreldur lesa, fara børnini eisini at lesa.

Samanlagt 14.000 fólk hava tikið lut í kanningini.

Kelda: vilarare.se

Savnsmynd