Tíðindi

Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv

13.01.2026
Tú skalt alla tíðina tillaga teg til tørvin hjá skúlanum, faktiskt sum ein kastibløka, sum ongantíð veit, hvat tú verður sett til, ella um tú yvirhøvur hevur eitt starv um nakrar mánaðir. Tað sigur Sóleyð Staksberg, lærari. Fyri hálvum triðja ári síðan valdi hon at fara aðrar leiðir.

Síðani Sóleyð Staksberg fekk læraraprógv í 2017, hevur hon gjørt nógvar royndir at fáa lærarastarv. Sum nýútbúgvin lærari sannaði hon, at tað var trupult, tí fyrsta árið eftir lokið prógv, hevði hon ikki eydnuna við sær at fáa starv. Linjulærugreinirnar eru føroyskt, náttúru og tøkni umframt handarbeiði.

Annað árið sum lærari fekk eg avloysarastarv í Fuglafirði í nakrar mánaðir fram til summarsteðg. Eg fekk tveir flokkar, sum aðrir lærarar høvdu sagt frá sær, tí teir vóru so strævnir, so eg slapp ordiliga at royna meg. Eftir tað fekk eg avloysarastarv í tvey ár í Velbastaðar skúla. Eg skuldi røkja avloysarastarv fyri ein lærara, sum fór í farloyvi, men annað árið, eg røkti tað starvið, vórðu tímar tiknir frá mær, tí at onkur annar lærari skuldi fáa fleiri tímar. Tað var ógviliga órímiligt, haldi eg. Summir av tímunum, eg hevði, vóru stuðulstímar, og hóast eg var útbúgvin lærari, fekk eg løn sum stuðul, sum er nógv minni enn læraraløn, sigur Sóleyð Staksberg.

Fjórða árið sum útbúgvin lærari fekk Sóleyð Staksberg starv í Kollafjarðar skúla. Hon skuldi burturav taka sær av nøkrum næmingum við IKH-sjúkuni. IKH-sjúka er ein sjáldsom sjúka, sum millum annað hevur við sær, at kroppurin ikki fær hildið blóðsukurið uppi. Tað hevði við sær, at eyga skal haldast við blóðsukrinum hjá næmingunum allatíðina, eisini í fríløtum.

- Eg var sett í starv uppá at vera hjálparlærari fram til jóla, til lærarin, sum hevði flokkin, hevði lært at handfarið hesa sjúkuna. Harumframt var eg serlærari hjá øðrum børnum. Annað árið í Kollafjarðar skúla hevði eg aftur onnur børn við IKH-sjúkuni.

Sóleyð Staksberg hevur søkt øll leys lærarastørv, eisini uttan fyri meginøkið. Hon hevur eisini vent sær til skúlar, hóast hesir ikki hava søkt eftir lærarum og roynt ígjøgnum Arbeiðsloysistryggingina at fáa lærarastarv.

Sóleyð Staksberg, sum er støk mamma við heimabúgvandi børnum, er eisini sjúkrarøktarfrøðingur; umframt hevur hon skrivstovuútbúgving. Hon hevur tí havt møguleikan at arbeitt aðrastaðni fyri at lívbjarga sær fíggjarliga.

- Øll árini sum lærari, serliga tey árini, eg havi so fáar tímar, havi eg havt onnur arbeiði fyri at fáa tað at bera til fíggjarliga. Av tí at eg havi røkt avloysarastørv, havi eg einki starv havt í summarferiuni. Tað er ógviliga útlúgvandi at hava fleiri arbeiði og alla tíðina at skula halda teg framat fyri at sleppa at verða verandi í skúlanum. Eg valdi at lesa til lærara, tí mær dámar lærarastarvið, men eisini tí tað er trupult at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í skiftandi vaktum, tá ið tú ert einlig mamma við smáum børnum.

Fyri hálvum triðja ári síðan valdi Sóleyð Staksberg at siga fólkaskúlanum farvæl. Hon hevur ikki søkt starv síðan; um tað er endaligt, veit hon ikki at siga í løtuni.

- Tað er heilt vist verri at fáa lærarastarv sum tilkomin kvinna enn sum ungur maður, hóast tú hevur lívsroyndir og starvsroyndir av ymsum slagi. Ta tíðina eg søkti lærarastarv, søkti eg allastaðni, men eg eri bara innkallað til samrøðu nakrar fáar ferðir. Mann følir seg sum ein hentan idiot og í eini støðu, har tú skalt taka til takkar fyri tað, tú fært. Tú hevur ikki sama talufrælsi, tí tað, tú sigur, kann fáa avleiðingar fyri, um tú fært starv ella ikki. Tú skalt alla tíðina tillaga teg tørvin hjá skúlanum, faktiskt sum ein kastibløka, sum ongantíð veit, hvat tú verður sett til, ella um tú yvirhøvur hevur eitt starv um nakrar mánaðir. Tað er ógviliga ótrygt og stressandi ikki at vita um tú hevur starv, tá skúlaárið byrjar aftur, ella um tú hevur nokk av tímum, um tú fært starv.

Í november vóru 804 í starvi sum lærari í fólkaskúlanum. Av teimum eru 142 tíðaravmarkað størv; í hesum talinum eru 15 ófaklærdir vikarar íroknaðir umframt 11 eftirløntir lærarar, sum eru í einum tíðaravmarkaðun starvi. Tá ið talan er um útbúnar lærarar, er talið 116 ella 14,3 prosent. Leggja vit øll tíðaravmarkaðu størvini saman, er talan um 17,5 prosent av samlaða hópinum.

Av øllum teimum mongu umsóknunum, sum vóru eftir lærarum til hetta skúlaárið, var í fleiri enn 40 førum talan um starv, sum ikki var fulltíðar starv.

Savnsmynd