Tíðindi

Tú kanst ikki motivera við at kontrollera

08.01.2026
22. apríl verður evnisdagur í Norðurlandahúsinum um motivatión. Fyrilestrarhaldararnir vera Louise Klinge, ph.d. og skúlagranskari, Tina Brandt, barnaserfrøðingur, og Dr. Richard M. Ryan, heimskendur sálarfrøðingur og annar av stovnarunum av Self-Determination Theory og av mongum mettur at vera størsta akademiska navn í heiminum, tá talan er um motivatión.

Í nærum 40 ár hevur Richard M. Ryan skrivað, hildið fyrilestrar og granskað í evninum motivatión. Richard M. Ryan hevur saman við Edward L. Deci skapt og ment motivatiónsástøðið Self-Determination Theory – á føroyskum sjálvsavgerðarástøði. Arbeiðið hjá Richard M. Ryan hevur havt kollveltandi ávirkan á okkara fatan av, hvat motivatión er, hvussu motivatión uppstendur, og hvussu vit halda fast við motivatión. Richard M. Ryan hevur eisini havt stóra ávirkan á frálærufrøði, námsfrøði og hvussu vit innrætta skúlar og arbeiðspláss. 

Gamla fatanin av motivatión var, at børn, ung og vaksin gerast motiverað, um tey fáa eina virðisløn ella sleppa undan revsing. Revsing og virðisløn eru grundprinsipp frá behaviorismuni og sokallaða svarta skúlanum, og tað er ikki løgið, at menniskju hildu, at hetta var vegurin fram, tí vit vita, at vit kunnu fáa børn, ung og vaksin at gera tað vit vilja, um vit revsa ella geva virðisløn sum fylgju. Trupulleikin við at motivera og kontrollera við revsing og virðisløn er, at so skjótt sum eingin revsing ella virðisløn er inni í myndini, so hevur persónurin lyndi til at gevast við aktivitetinum, tí at hann av revsing og virðisløn lærdi, at aktiviteturin einans gav meining, so leingi sum revsing ella virðisløn vóru at fáa. Persónurin var í hesum føri uttaramotiveraður, tí at motivatiónin kom uttanífrá.

Richard M. Ryan og túsundtals av granskarum, sum granska út frá ástøðinum hjá Richard M. Ryan, kunnu vísa á, at revsing og virðisløn føra til uttarumotivatión og harvið ofta stutt-livda motivatión og skjótt gloymda læring. 

Hóast ástøðið Self-Determination Theory hjá Richard M. Ryan og Edward L. Deci er alment viðurkent millum fakfólk og sera væl vísindaliga prógvað, so verður framvegis í fólkaskúlanum roynt at motivera við at kontrollera. Dømi um hetta er stóra áherðslan á testir og próvtøl. Merkir næmingurin trýstið um próvtøl sum ein kontrollerandi faktorur, so kann hetta lættliga mótarbeiða, at næmingurin fer at uppliva innaru motivatión og djúpa læring.  

Gransking í Self-Determination Theory vísir, at um vit eru innaramotiverað fyri ávísum aktiviteti, so kunnu vit missa áhugan fyri sama aktiviteti, um onkur brádliga byrjar at geva okkum virðisløn, sum kennist kontrollerandi. Í fólkaskúlahøpi kunnu ársmet og karakterir í formi av tølum lættliga geva næmininum eina kenslu av, at lærarin kontrollerar heldur enn, at næmingurin fær informerandi og konstruktiva afturboðan fyri avrik. Við øðrum orðum kann lærarin drepa hugin hjá næminginum fyri ávísum evni ella faki, um næmingurin merkir framferðarháttin hjá læraranum at vera kontrollerandi. Merkir næmingurin, at úrslitið og próvtalið eru meira týdningarmikið enn sjálv lærugongdin, so fær næmingurin ikki sínar sálarfrøðiligu tørvir nøktaðar, næmingurin kennir seg kontrolleraðan, uttaramotiveraðan og kann í summum førum missa hugin til fakið, sum næmingurin áður dámdi væl.   

Tríggjar sálarfrøðiligar tørvir

Eins og menniskja hevur fysiologiskar tørvir sum t.d mat, drekka og hita, so hava vit eisini sálarfrøðiligar tørvir, sum mugu vera nøktaðir, skulu vit vera motiverað, eydnast og trívast. Gransking innan Self-Determination Theory kemur ferð eftir ferð fram til, at hesir sálarfrøðiligu tørvir eru sjálvsavgerðarrættur, førleiki og felagsskapur.

Sjálvsavgerðarrættur (autonomi): Hetta merkir ikki, at alt er loyvt, men heldur er hetta subjektiva kenslan av at vera í førarasetrinum í egnum lívi og at kunna handla meiningsfult innan fyri reglur og karmar, sum næmingurin skilir og tískil kann taka undir við. 

Førleiki (competence): Næmingurin hevur tørv á at eydnast oftari enn hann miseydnast. Tískil er tað týdningarmikið, at lærarar skipa undirvísing soleiðis, at næmingar merkja, at teir eydnast oftari, enn teir feila. Eru uppgávurnar ov torførar, so gevur næmingurin við tíðini upp, men eru uppgávurnar ov lættar, so tímir næmingurin heldur ikki at halda fram. Lærarin skal geva næminginum passaligar avbjóðingar.  

Felagsskapur (relatedness): Næmingurin hevur tørv á at merkja, at hann hoyrir til, og at lærarin treytaleyst vil næminginum tað besta, eisini um næmingurin brýtur onkra reglu. Megnar lærarin at undirvísa og leiða flokkin á tann hátt, at næmingarnir merkja sjálvsavgerðarrætt, førleika og felagsskap, tá hevur lærarin skapt fortreytir fyri innarumotivatión og einari floksmentan, har næmingar ikki ræðast at gera feilir. Hevur næmingurin eina kenslu av, at omanfyristandandi tørvir verða nøktaðir, so fer næmingurin at læra, trívast og mennast sambært Richard M. Ryan og øðrum granskarum, ið arbeiða út frá ástøðinum Self-Determination Theory.

Tá granskarar innan Self-Determination Theory siga, at mann kann ikki motivera við at kontrollera, so merkir hetta ikki, at karakterir og uttanfyristandandi viðurkenning ikki kunnu fáa næmingin at gera tað, sum lærarar vilja hava næmingin at gera. Men – siga somu granskarar – so skjótt sum karakterir og uttanfyristandandi viðurkenning eru burtur, so hava næmingar lyndi til ikki at hava hug at gera ávísa aktivitetin, tí at teir lærdu, at aktiviteturin var tongdur at kontrol. Tá ið kontroll (karakterir og uttanfyristandandi viðurkenning) eru burtur, so brúkar næmingurin ofta ikki meira tíð upp á aktivitetin, um hann áður kendi seg kontrolleraðan.

Sama er galdandi fyri foreldraskap. Um eitt foreldur t.d. vil hava barn sítt at venja klaver, og gevur barninum eina virðisløn (t.d. pengar ella skermtíð) fyri hvørja venjing, so fer barnið við stórum sannlíkindum ikki at vilja venja klaver, tá eingin virðisløn er at fáa. Barnið vil í hesum føri vera uttaramotiverað, og uttaramotivatión er ikki varandi. Barnið gevst við tíðini at spæla klaver.

Granskarar innan Self-Determination Theory siga ikki, at karakterir í fólkaskúlanum neyðturviliga ikki skulu vera partur av skúlagongdini, men teir vísa á, hvussu lættliga karakterir kunnu koma at kennast kontrollerandi fyri næmingin og tískil stuðla undir, at næmingurin fer at kenna seg uttara-motiveraðan. Tískil eiga lærara og skúlaskipanir at vera varin við øllum, sum hevur við testir og viðurkenning, sum eru uttanfyristandandi næmingin og kunnu kennast kontrolerandi.

Vilja vit hava ein fólkaskúla, har næmingar merkja innarumotivatión, læra og trívast, so eiga vit at skrúva niður fyri átøkum, sum kennast kontrollerandi og skrúva upp fyri átøkum sum kennast inspirerandi, og hetta kann fyrst og fremst eydnast, siga granskarar innan Self-Determination Theory, um næmingarnir fáa sínir sálarfrøðiligur tørvir nøktaðar: sjálvsavgerðarrætt, førleika og felagsskap.

Ástøðið Self-Determination Theory hevur uppskriftina til innaru motivatión, trivnað og læring, men hvussu vit implementera hesi prinsipp inn í skúlar, stovnar, arbeiðspláss og gerandisdagin fara Tina Brandt, Louise Klinge og Dr. Richard M. Ryan at gera okkum klókari um 22. apríl í Norðurlandahúsinum.

Sálarfróði stendur fyri tiltakinum.

Luttøka fæst við at senda ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo

Les meira um tiltakið á salarfrodi.fo