Tíðindi

Støðuroyndir heldur enn landsroyndir

09.01.2026
At taka landsroyndina í náttúru og tøkni av í 4. flokki er fyrsta stig at avtaka allar landsroyndirnar. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sent lógaruppskot til almenna hoyring, har ætlanin er at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki. Freistin at siga sína hugsan viðvíkjandi hesum málinum var úti 18. desember. Sjónarmiðið hjá Føroya Lærarafelag er greitt og hevur verið tað leingi, nevniliga at landsroyndin í 4. flokki í náttúru og tøkni eigur at verða strikað. Men ikki bara tað – landsroyndirnar eiga at verða tiknar av fyri bæði 4. og 6. flokk í øllum trimum lærugreinum.

Landsroyndirnar gera ikki skúladagin betri; tær gagna á ongan hátt næmingunum. Um nakað eru landsroyndir eftirlit frá myndugleikans síðu. Tað, sum lærarar hava brúk fyri, er álit. Vit hava dyggiliga víst eftir so nógv ár, at landsroyndirnar ikki rigga sum landsroynd samstundis sum tær eisini skulu vera námsfrøðiligt amboð hjá lærarunum. Nú henda fyrsta landsroyndin í náttúru og tøkni er avtikin, mugu vit halda á og avtaka hinar eisini.

Upprunaliga var ætlanin, at støðuroyndir og landsroyndir skuldu vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina. Landsroyndin hevur tikið nógva orku, meðan lítið og einki hevur verið gjørt við at menna støðuroyndir sum námsfrøðiligt amboð, ið lærarar kunnu brúka í undirvísingini og sum skúlin kann brúka í síni innanhýsis eftirmeting.

-Tað gevur nógv meiri meining at fara undir hetta arbeiðið, tí slíkar støðuroyndir kunnu savna seg um ávís viðurskifti í eini lærugrein, soleiðis at lærarar kunnu fáa eina løtumynd av, hvør støðan er hjá næmingunum í einum ávísum evni, sum undirvíst er í. Ein tílík støðuroynd kann vera eitt gott námsfrøðiligt amboð hjá læraranum at nýta, bæði fyri at kenna støðuna hjá einstaka næminginum og flokkinum og fyri at leggja ætlanir fyri næsta tíðarskeiðið. Nakrar støðuroyndir eru gjørdar, men ynskiligt hevði verið, at tær vóru meira miðvísar og savnaðar. Vit mugu menna fleiri støðuroyndir, so allir lærarar hava støðuroyndir at taka til í síni undirvísing.

Í viðmerkingunum frá landsstýrismanninum til at taka landsroyndina av í náttúru og tøkni í 4. flokki verður sagt, at landsroyndin kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitnið og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum.

Vit eru samd við landsstýrismanninum í hesum, tí eitt týðandi endamál við undirvísingini í náttúru og tøkni er, at næmingarnir gera egnar upplivingar, royndir, eygleiðingar og kanningar, og at tey menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar og síni skapanarevni. Landsroyndin dregur undirvísingina inn í flokshølið at terpa til roynd, og tað er ikki endamálið við náttúru og tøkni.