Tíðindi
Sølan av tubbaksvørum skal avmarkast nógv
Uppskotssetarin er Filip Højgaard í 9. Flokki í Runavíkar kommunuskúla. Uppskotið er, at søla av tubbaksvørum kann bara fara fram í Rúsdrekkasølu Landsins, ferðamannaskipum í millumlanda sigling og tollfríu sølubúðini í Vága Floghavn.
Í viðmerking til uppskotið verður sagt, at seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at minka um nýtsluna av tubbaki, serliga millum ung. Í 2008 samtykti Løgtingið løgtingslóg um tiltøk at minka um royking, hvørs endamál m.a. var at tryggja roykfrítt umhvørvi, at tryggja, at støð, har almenningurin hevur atgongd, eru roykfrí, og at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki. Í dag kunnu so at siga øll sølustøð selja tubakk treytað av, at keyparin er 18 ár ella eldri. Men í nógvum sølustøðum – eitt nú matvøruhandlum – er tað púra vanligt, at ung, heilt niður í 14 ár, sita við kassan.
- Hetta hevur við sær ta margháttligu støðu, at ung, ið ikki sjálvi hava loyvi til at keypa tubbak, kunnu selja tubbak. Tað hevur eisini við sær, at hesi somu ungu kunnu koma í ta støðu, at tey skulu krevja samleikaprógv frá og kanska enntá nokta fólki, ið eru eldri enn tey sjálvi, at keypa tubbak. Fyri at koma hesum óhepnu støðum til lívs, og fyri at tryggja, at tað bert eru tey, ið eru 18 ár og eldri, ið sleppa at keypa tubbak, verður skotið upp at gera eina munandi avmarking í, hvør kann selja tubbak. Við hesum uppskoti verður tað bert loyvt at selja tubbak í Rúsdrekkasølu Landsins, umborð á ferðamannaskipum í millumlanda sigling (eitt nú Norrønu) og í tollfríu sølubúðini á flogvøllinum.
Broytingin hevur við sær, at møguleikarnir fyri at keypa tubbaksvørur verða á leið teir somu sum at keypa rúsdrekka. Ein avleiðing av hesum er, at vanligir handlar og sølubúðir ikki longur kunnu selja tubbaksvørur. Hóast hetta kann hava neilig árin á fyritøkur, ið reka handlar og sølubúðir, verður mett, at endamálið við uppskotinum er so mikið týdningarmikið, at broytingin eigur at verða gjørd kortini.
Onnur tíðindi
-
17.02.2026Fastalávintshald og vetrarfrí
-
17.02.2026Morgunsangur savnar enn næmingar
-
13.02.2026Alt loyvt heima, einki í skúlanum
-
12.02.2026Útiskúli ein dag um vikuna
-
11.02.2026Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum
-
09.02.2026Kynstrið at skapa javnvág millum trivnað og undirvísing