Tíðindi

Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi

12.01.2026
Á hvørjum vári, tá skúlar lýsa størv leys, fái eg óró í kroppin og ilt í búkin, tí eg veit, at nú skal eg aftur vigast fyri at sleppa inn ígjøgnum nálareygað. Tað sigur Diana Asbjørnsdóttir, lærari.

Ein teirra, sum í níggju ár hevur roynt at fingið fótin inn um í fólkaskúlanum, er Diana Asbjørnsdóttir. Hon fekk læraraprógv fyri níggju árum síðan. Fyrstu tvey árini arbeiddi hon í Skúlanum á Fløtum, men tá ið hon fekk í boði tíðaravmarkað starv fulla tíð á Skúlatrøð, valdi hon at taka av. Tað gjørdi hon í trý ár. Síðstu fýra árini hevur hon ikki verið sett í tíðaravmarkað starv frá skúlaársbyrjan; ístaðin hevur hon røkt farloysisstørv, onkuntíð minni enn hálva tíð, og hetta skúlaárið er hon fastur vikarur.

- Tað er sera hart og strævið sálarliga og ótrygt fíggjarliga at arbeiða sum lærari undir slíkum umstøðum. Á hvørjum vári, tá skúlar lýsa størv leys, fái eg óró í kroppin og ilt í búkin, tí eg veit, at nú skal eg aftur vigast fyri at sleppa inn ígjøgnum nálareygað. Tað er eisini ógviliga stressandi ikki at vita, hvussu tað verður. Um eg bara fái avloysarastarv parttíð, so fái eg ikki løn í summarferiuni. Størvini, sum eg havi havt síðstu árini, hava havt so mikið lítlan brøk, at eg havi verið noydd at havt annað arbeiði við síðuna av. Av tí eg nú eri fastur vikarur, fái eg eftirløn og starvsaldur roknaðanaldursviðbót og løn í ferium, men soleiðis var tað ikki fyri hini árini frammanundan, tíverri. Tá hevði eg ikki rætt til eftirløn, starvsalduraldursviðbót og løn í feriuni. Um eingin vikartími var at lesa, so fekk eg bara minni í løn, men hatta vóru treytirnar.

Diana Asbjørnsdóttir hevur linjulærugreinirnar støddfrøði, lívfrøði, náttúru og tøkni (alis- og evnafrøði). Hon hevur tikið eykaskeið í smíð umframt í kristni og enskum. Hetta eru linjulærugreinir, sum plaga at lata hurðar upp og gera tað lættari at fáa starv.

- Tað plagar at standa á at fáa lærarar, sum hava allar linjulærugreinirnar, sum eg havi. Eg veit í grundini ikki, hvat eg skal gera fyri at fáa starv; tað tykist sum tað er líkamikið, hvat eg geri og at eg havi góðar royndir; tíverri koma starvsroyndir ikki mær tilgóðar, hóast eg kenni skúlaskipanina. Eg unni øllum starv; eg undriast bara, at tað skal vera so trupult at fáa fast fulltíðar starv. Hví eri eg góð nokk sum vikarur? Sjálvandi fær hetta meg at ivast í mær sjálvari, og eg hugsi, hvat kann eg gera betri.

Fyri at fáa tað at bera til fíggjarliga arbeiðir Diana Asbjørnsdóttir, sum er einlig við heimabúgvandi børnum, annaðhvørt vikuskifti annað arbeiði.

- Eg eri av lyndi ein kempari og elski at vera lærari. Tá ið treytirnar eru so truplar, so gevur mann seg meiri enn 110 prosent; eg skal prógva hvønn dag, at eg eri góður lærari. Spurningurin er bara, hvussu leingi mann orkar tað. Havi altíð verið sinnað at førleikamenna meg meiri og tikið av øllum avbjóðingum. Havi meldað meg til masterskeið á Námsvísindadeildini í relatiónsførleikum og flokslærari. Um tað fer at gera mun fyri at fáa starv, veit eg ikki. Eg má gera upp við meg sjálva, um eg orki at halda fram soleiðis. 

Í november vóru 804 í starvi sum lærari í fólkaskúlanum. Av teimum eru 142 tíðaravmarkað størv; í hesum talinum eru 15 ófaklærdir vikarar íroknaðir umframt 11 eftirløntir lærarar, sum eru í einum tíðaravmarkaðun starvi. Tá ið talan er um útbúnar lærarar, er talið 116 ella 14,3 prosent. Leggja vit øll tíðaravmarkaðu størvini saman, er talan um 17,5 prosent av samlaða hópinum.

Av øllum teimum mongu umsóknunum, sum vóru eftir lærarum til hetta skúlaárið, var í fleiri enn 40 førum talan um starv, sum ikki var fulltíðar starv.