Tíðindi

Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini

15.01.2026
Lærarar eiga at kenna ognarskap í námsætlanunum. Tað heldur Jónleif Johannesen, formaður í Fólkaskúlaráðnum.

Í heyst vóru námsætlanirnar í alisfrøði fyri 10. flokk, evnafrøði fyri 10. flokk, landafrøði fyri 7. flokk og lívfrøði fyri 7. flokk sendar til hoyringar. Námsætlanirnar komu eisini á borðið hjá Fólkaskúlaráðnum; viðmerkingarnar hjá ráðnum til teirra, sum arbeiða við námsætlanunum, snúgva seg í høvuðsheitum um ognarskapin ella vantandi ognarskapin hjá lærarum í námsætlanunum.

- Tá ið talan er um námsætlanir, so eru vit í ráðnum ikki serfrøðingar í sjálvum evninum, tær lýsa og nágreina. Viðgerðin í Fólkaskúlaráðnum hevur tí meiri snúð seg um, hvussu tær verða kjølfestar í fólkaskipanini. Vit halda, at tær eiga at verða kjølfestar betur í virkseminum í fólkaskúlanum, enn tær verða. Tí hava vit mælt Námi til at styrkja leistin soleiðis, at lærarar taka námsætlanirnar til sín og fáa ognarskap í teimum. 

Tað kunnu vera so nógv ymisk viðurskifti, sum hava ávirkan á, at lærarar ikki brúka orku at seta seg inn í námsætlanirnar, heldur Jónleif Johannesen.

- Tað kann vera so einfalt sum, at lærarar ikki hava tíð og yvirskot at gera tað, tí gerandisdagurin hevur nóg mikið í sjálvum sær. Tað kann eisini vera, at leiðslurnar ikki geva lærarum rúm at viðgera námsætlanirnar á felags fundi, tí har er so nógv annað átrokandi, sum má á skrábba. Námsætlanararbeiðið tykist vera í góðum hondum, eisini við fylgibólkum, sum eru mannaðir við væl skikkaðum lærarum, so tað er ikki ein spurningur um, hvørt námsætlanirnar eru væl úr hondum greiddar ella ikki; meiri um hvussu lærarar kunnu taka tær til sín.

Allar námsætlanir verða lagdar út alment til hoyringar, men sum skilst eru tey ikki nógv, sum brúka høvið at viðmerkja tær. Summar fáa fá hoyringarsvar, summar eingi frá fólkaskúlunum.

Námsætlanir og próvtøkuhættir hanga saman, og tí hevur Fólkaskúlaráðið eisini viðgjørt próvtøkuhættir í sambandi við viðgerðina at nýggjastu námsætlanunum. Summastaðni eru skúlaskipanir farnar frá próvtøkum til ístaðin at brúka ársmet ella ummæli. Formaðurin í Fólkaskúlaráðnum heldur, at eisini vit í Føroyum eiga at kjakast um, hvørja leið vit eiga at fara.

Norðurlond hava ógviliga ymiska praksis. Søguliga hava vit gjørt, sum tey gera í Danmark, tí nógv av okkara ungu fara til Danmarkar at útbúgva seg.

Í Danmark hava tey valt at endurskoða próvtalsstigan, sum var settur í gildi í 2006. Frá 2030 verður hann broyttur til at hava fleiri próvtøl. Nýggi stigin fer at hava tølini 00, 01, 02, 4, 6, 8, 10 og 12. Umframt fer at bera til at geva 12 við eini stjørnu. Um Fólkaskúlaráðið fer at mæla til, at sami stigi verður settur í gildi í Føroyum samstundis, veit formaðurin í ráðnum ikki at siga enn.

Tað er lagaligt at gera, sum gjørt verður í Danmark, tí nógv av okkara ungu fara hagar at lesa, men vit hava ikki viðgjørt spurningin endaliga. Vit kunnu í øllum førum undrast, hví tað eru so stór og ymisk glopp í verandi próvtalsstiga, og hví vit brúka miðaltøl. Miðaltalið á einum prógvi kann vera avgerandi fyri, um tú sleppur víðari í skúlaskipanini. Tað gevur bara lítla meining, at ein vánaligur karakterur í eini lærugrein, sum einki hevur at siga fyri, hvat tú ætlar at læra, skal vera avgerandi fyri, um tú sleppur inn á eina útbúgving. Henda spurningin fara vit at viðgera nærri komandi ár.