Tíðindi
Kunngerðin um flokslæraran endurskoðast
Kunngerðin um flokslærarauppgávuna er frá 2003. Hesi árini síðan er fólkaskúlin ógviliga nógv broyttur, og tí er kunngerðin ikki tíðarhóskandi. Førleikastovur eru komnar, og tað hevur broytt arbeiðið hjá flokslæraranum munandi.
- Skúlin í dag samanborið við í 2003 er heilt ein annar. Kortini er kunngerðin ikki endurskoðað. Summar av uppgávunum, sum standa í kunngerðini at vera uppgávur hjá flokslæraranum, verða nú gjørdar av førleikastovuni. Tað sæst heldur ikki aftur í kunngerðini, at flokslærarar í dag vanliga arbeiða í toymum; tað vil siga, at tað í grundini eru tveir lærarar í hvørjum flokki. Tað eigur kunngerðin at leggja upp fyri. Flokslærarin hevur eisini nógvar uppgávur, sum hava við ymsar stovnar at gera; tað hevur við sær nógv samskifti, og hetta tekur alt tíð frá kjarnuuppgávunum hjá flokslæraranum. Í grundini eigur flokslærarin fyrst og fremst at vera lærari, undirvísa og fáa næmingarnar at trívast, og so sjálvsagt samskifta við foreldrini hjá næmingunum, hann hevur. Vit síggja, at nógvir flokslærarar kenna uppgávuna at vera flokslærari í dag ógviliga tyngjandi.
Kunngerðin um flokslæraran er við heimild í grein 21 í løgtingslógini um fólkaskúlan.
Fólkaskúlaráðið, sum situr nú, tók við 1. januar 2025, og tey sita í trý ár. Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum er at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.
Fólkaskúlaráðið kann umrøða og gera tilmæli til landsstýrismannin um arbeiðsøki, skipan, faklig-, námsfrøðilig- og trivnaðarlig viðurskifti í fólkaskúlanum.
Í sínum arbeiði hevur ráðið møguleika at leita sær ráðgeving hjá serkønum, ið hava royndir og vitan á økinum. Málini, sum Fólkaskúlaráðið í løtuni arbeiðir við, er uppgávan hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, endurskoðan av próvtøkuhættum og próvtalsstiganum. Ætlanin er at fara undir endurskoðan av kunngerðini um flokslærarauppgávuna í hesum skúlaárinum.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum