Tíðindi

Gentur bíligari menstruatiónsvørur

30.01.2026
UNGDÓMSTING: Gentur og kvinnur eiga at fáa bíligari og betri atgongd til menstruatiónsvørur. Tað er eitt av uppskotunum, sum verður lagt fyri Ungdómstingið í komandi viku.

Uppskotið eiga Isabella Lea Foghill, Jenny Laura Foghill og Viktoria Leona Johannesen, ungdómstinglimir og næmingar í 8. flokki í Tvøroyrar skúla. Tær mæla til, at menstruatiónsvørur verða gjørdar bíligari í handlum og ókeypis tøkar á skúlum og almennum vesum.

Í viðmerking til uppskotið siga uppskotssetararnir, at menstruatión er natúrligur partur av lívinum hjá gentum og kvinnum, sum vit ikki kunnu stýra. Hetta byrjar vanliga í ungdómsárunum og heldur fram í fleiri áratíggju. Hetta kann hava við sær trupulleikar sum høvuðpínu, búkpínu og ótryggleika, serliga tá menstruatióninkemur óvæntað.

Í dag eru menstruatiónsvørur dýrar, og hetta kann vera ein fíggjarlig byrða fyri summi. Við at lækka prísin – til dømis við at minka mvg ella gera vørurnar 10–20% bíligari – gerst tað lættari hjá øllum at fáa fatur á teimum. Harumframt eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at hesar vørur eru tøkar ókeypis á skúlum og almennum vesum, tí tað kann forða fyri, at gentur og kvinnur noyðast heim úr skúla ella arbeiði, tá menstruatióninkemur óvæntað, siga tær.

Tvøroyrar skúli hevur sambært uppskotinum longu sett hetta í verk, og tað virkar væl. Hetta eigur at verða gjørt í øllum landinum, halda tær, sum eiga uppskotið.

Verður uppskotið framt í verki fer tað at hava við sær betri trivnað og minni frávera í skúlum og til arbeiðis, siga uppskotssetararnir. Harumframt javnstøðu og sosialt rættvísi, og tað minkar um ótryggleika og praktiskar trupulleikar hjá teimum, sum hava menstruatión.