Tíðindi
Fólkaskúlin ov bókligur
Í løtuni verður fólkaskúlin bara enn meira bókligur og akademiskur. Hetta sæst til dømis aftur í, hvussu náttúruvísindaliga háttalagið alsamt fyllir meira og meira. Tað heldur Johann Jansson Petersen, lærari á science- og innovatiónsrásini í Eysturskúlanum. Science- og innovatiónsrásin í Eysturskúlanum hevur fimm ár á baki.
- Um vit hugsa um náttúruvísindaliga háttalagið, so hevur tað sjálvandi týdning og er grundleggjandi, tá ið hugsað verður um gransking. Men vandin er, at vit stara okkum blind og kunnu gerast ov smøl. Um vit hyggja at nýggju námsætlanini í alis- og evnafrøði, so er náttúruvísindaliga háttalagið lagt inn í náttúru og tøkni í 2. flokki og í støddfrøði í 3. flokki bara fyri at nevna tvey dømi. Og vit kunnu siga, at tað er í lagi. Men vit mugu bara ikki fara frá tí, sum til dømis er upplagt at gera úti í náttúruni, og sum er ein verklig uppliving í sjálvum sær, og ov ofta og einfalt lata lærugreinina fara inn í bókina við ástøði. Her eiga vit at ansa okkum.
Johann Jansson Petersen vísir á, at tað jú eru ymisk háttaløg, og at tað náttúruvísindaliga er eitt av fleiri. Science- og innovatiónsrásin í Eysturskúlanum byggir serliga á trý av hesum háttaløgum. Tað er tað vísindaliga og síðani tað verkfrøðiliga háttalagið, sum kunnu minna um hvørt annað. Verkfrøðiliga háttalagið er millum annað, at tú finnur trupulleikar, skapar loysnir og gert prototypur, meðan náttúruvísindaliga háttalagið setir fram spurningar, hypotesur og millum annað leggur upp til verkligar royndir. Aftrat hesum báðum háttaløgunum kemur tað innovativa við nýhugsan fyri at menna kreativitet, hugflog og skapanarhug umframt, at arbeitt verður við persónliga hugburðinum hjá næminginum. Hetta, sum nevnt verður vakstrarhugburður, mótvegis fastgróna hugburðinum.
- Næmingar eru so óalmindiliga ymiskir, og vit hava eisini næmingar, sum í grundini ikki eru so spentir í, hví okkurt riggar, men gerast spentir til dømis bara at síggja dampmaskinuna inni í skápinum. Tá gerast spurningarnir knappliga nógvir, og forvitnið veksur. Og meðan teir ítøkiliga og verkliga fáa alt hetta at virka, ljóða og dampa, og hvat tað nú kann vera, so er tað sjálv upplivingin, sum ger munin. Undir- ella yvirtrýst og tankar um, hví tað virkar, sum tað ger, er ikki tað, sum hesa løtuna fyllir. Her møta vit eksperimentella háttalagnum, har ymiskt ítøkiliga verður roynt. Hesum má tað vera eisini pláss fyri í fólkaskúlanum. Soleiðis kundu vit hildið á at lýsa ymisku vísindaástøðini, sum hava grundleggjandi týdning bæði fyri fjøltáttaða læring og undirvísing, umframt at vit alsamt eru opin fyri at skifta ímillum hesi.
- Tað er jú soleiðis, at við tí háttalagi, vit velja at arbeiða við, ávirka vit, hvussu vit skipa og hugsa fólkaskúlan. Og kreativitetur og upplivingar verða eisini avgjørdar eftir tí sama. Her eiga vit oftari at sleppa okkum upp úr bókunum, ástøðinum og hypotesum til ítøkiligar upplivingar. Um vit duga ov illa at lata ymisk háttaløg sleppa framat og bara velja tað náttúruvísindaliga háttalagið, so fer tað at síggjast aftur allastaðni. Úrslitið verður, at fólkaskúlin verður akademiseraður líka niður til tey smæstu, og vandin er millum annað, at vit sløkkja áhugan hjá handverkaratypum. Okkum tørvar dirvi at broyta hetta. Føroyingar eru eitt praktiskt fólkaslag, og tað er jú ein av okkara dygdum, heldur Johann Jansson Petersen og sigur at enda:
- Her á science- og innovatiónsrásini arbeiða vit nógv ítøkiligt við verkætlanum, har vit altíð royna at fáa eitt ítøkiligt úrslit, eitt produkt, sum næmingarnir kunnu arbeiða við, sum vit so kunnu knýta til tað bókliga og ástøðiliga. Tá uppliva vit, at næmingarnir ikki halda, at skúladagurin er ov langur, men hinvegin gerast tey so hugsavnað, at vit mugu siga við tey, at nú mugu tit fara heim, vit síggjast aftur í morgin. Hetta er kanska serliga áhugavert, nú vit seinastu tíðina hava tosað um, at skúladagurin hjá næmingum er ov langur. Í øllum hesum er vert at hugsa um, hvussu vit skipa skúladagin við góðum, ymisligum og ítøkiligum innihaldi.
Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2025.
Onnur tíðindi
-
17.02.2026Fastalávintshald og vetrarfrí
-
17.02.2026Morgunsangur savnar enn næmingar
-
13.02.2026Alt loyvt heima, einki í skúlanum
-
12.02.2026Útiskúli ein dag um vikuna
-
11.02.2026Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum
-
09.02.2026Kynstrið at skapa javnvág millum trivnað og undirvísing