Tíðindi

Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru

16.01.2026
Góður fimtingur av næmingunum í fólkaskúlanum í Danmark hevði meiri enn 10 prosent fráveru skúlaárið 2024/25. Tað vísa nýggj tøl frá Barna- og undirvísingarmálaráðnum í Danmark.

Umleið fimti hvør næmingur í fólkaskúlanum í Danmark hevði meiri enn 10 prosent fráveru síðsta skúlaár. Tá ið 21,4 prosent av næmingunum skúlaárið 2024/25 høvdu meiri enn 10 prosent fráveru, er fráverustigið hægri samanborið við árini undan koronufarsóttina.

Næmingar á serskúlum høvdu uppaftur meiri fráveru - 35,7 prosent fráveru síðsta skúlaár.

Et billede, der indeholder tekst, skærmbillede, Font/skrifttype, nummer/tal

AI-genereret indhold kan være ukorrekt.

Myndin vísir, hvussu nógvir næmingar eru burtur úr skúla í fimm fráverubólkingum. Ovasti bólkurin hevur meiri enn 10 prosent fráveru, næstovasti millum 5 og 10 prosent, triðovasti millum 2 og 5 prosent og tveir teir lægstu bólkarnir millum onga fráveru og 2 prosent fráveru.

- Tað eigur at gera okkum øll stúrin, tá so nógvir fólkaskúlanæmingar eru so nógv burtur úr skúla. Alt eigur at verða sett inn fyri at venda gongdini. Vit arbeiða við eini virkisætlan at basa langtíðar fráveru og stovna eitt nú ein nýggjan vitanardepil. Umframt eru vit í gongd við at gera nýggjar reglur fyri fráveru og serundirvísing. Fyrsta stigið eigur at vera at seta hjálp inn fyrr. Helst longu, tá ið vit síggja fyrstu teknini um mistrivnað, tí ofta er bíðitíðin long, og so gerast trupulleikarnir ov stórir, sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Hyggja vit at heildarmyndini, høvdu næmingarnir skúlaárið 2024/2025 í miðal 7,4 prosent í fráveru; tað er ein lítil øking á 0,1 prosentstig samanborið við skúlaárið frammanundan.

Størsta fráveran er í Sælandi, har næmingarnir í miðal vóru burtur 8,3 prosent av skúladøgunum skúlaárið 2024/25. Í Miðjútlandi, har minsta næmingafráveran er, var fráveruprosentið 6,5 sama ár.

Sum heild veksur fráveran jú eldri næmingarnir gerast. Fólkaskúlanæmingar í hádeildini hava hægstu fráveruna.

Danska stjórnin hevur sett átøk og tiltøk í verk fyri at basa fráveru. Talan er um:

* reglubroytingar viðvíkjandi inklusión og serundirvísing

* nýggjan vitanardepil, sum skal hava skúlafráveru í miðdeplinum

* kanning av langtíðar fráveru, sum vekir stúran

* virkisætlan fyri børn og langtíðar skúlafráveru, sum vekir stúran

* royndir við online-undirvísing fyri at hjálpa børnum við langtíðar fráveru aftur í skúla.

Kelda: uvm.dk