Tíðindi
17 ára gomul skulu hava koyrikort
Uppskotssetararnir eru Birita Sivertsen, Aleksandra Zachariassen og Súsanna Johnsdóttir úr 9. flokki á Skúlatrøð. Uppskotið er at loyva 17 ára gomlum at taka koyrikort til bil og at áseta nærri reglur um teori, koyritímar, koyriavmarkingar og bøtur fyri ferðslulógarbrot hjá 17 ára gomlum.
Í viðmerkingum til uppskotið siga tær, at fyri nærum øll ung er ferðslulógin ein forðing í dagligdegnum.
- Við tað at vit ikki sleppa at fáa koyrikort, fyrrenn vit eru 18 ára gomul, mugu vit tyngja onnur við okkara virksemi. Onnur mugu koyra okkum til arbeiðis, til frítíðarítriv, til upplivingar o.s.fr. Oyggjaleiðin hjá Strandsferðsluni er ikki nóg góð til at veita eina flutningstænastu til ung, sum hava eitt virkið ungdómslív. Tað hevði gjørt viðurskiftini so nógv lættari, um vit sum 17 ára gomul kundu tikið koyrikort.
At ung yngri enn 18 ár fáa koyrikort, er ikki óvanligt, siga tær og nevna USA, har aldurin til koyrikort í fleiri ár hevur verið 16 ár.
- Eisini Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við, hevur broytt ferðslulógina soleiðis, at 17 ára gomul kunnu koyra bil. Lógarbroytingin skal vera galdandi fyri øll, eins og verandi ferðslulóg er. Høvuðsbroytingin er tann, at vit verða 17 ár, tá vit fáa koyrikortið. Men vit ásanna, at tað er skilagott at vera varin, tí bilurin er eingin leika. Tí mæla vit til, at 17 ára gomul bert kunnu koyra bil millum kl. 06.00 og kl.22.00. Eisini mæla vit til, at teori og koyritímarnir vera meiri umfatandi, um tú tekur koyrikort sum 17 ára gamal. Fyri at fyribyrgja býttisligum atburði í ferðsluni, mæla vit eisini til at bøturnar, sum verða givnar 17 ára gomlum, skulu vera 50 % dýrari enn vanligu bøturnar.
Meirkostnaðurin, sum stendst av hesum uppskoti, tyngir ikki landskassan, verður sagt . Hækkanin av koyrikortsgjaldinum fer út á brúkaran. Fyri ein 17 ára gamlan, sum ikki heldur seg til ferðslureglarnar, er avleiðingin, at bøturnar verða hægri enn hjá bilførarum 18 ár og eldri.
Savnsmynd freepik.com
Onnur tíðindi
-
17.02.2026Fastalávintshald og vetrarfrí
-
17.02.2026Morgunsangur savnar enn næmingar
-
13.02.2026Alt loyvt heima, einki í skúlanum
-
12.02.2026Útiskúli ein dag um vikuna
-
11.02.2026Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum
-
09.02.2026Kynstrið at skapa javnvág millum trivnað og undirvísing