Tíðindi

Uppskot at taka 70 skúlar av

06.02.2026
Fíggjarviðurskiftini hjá kommununum í Noregi eru undir sera stórum trýsti, og tað hevur havt við sær ætlanir um at leggja nógvar skúlar niður kring alt landið, men fólkavaldu politikararnir eru ikki altíð samdir um, hvat eigur at verða gjørt.

Í Noregi eru í løtuni fleiri ætlanir um at taka fólkaskúlar av, og summar av hesum ætlanunum eru longu framdar. Heimasíðan utdanningsnytt.no, sum í høvuðsheitum skrivar um viðurskifti hjá børnum í dagstovnum og skúlum, hevur funnið fram til 72 ítøkiigar ætlanir um at leggja skúlar niður. Talið kann vera hægri.


Nær ætlanin er at leggja ymsu skúlarnar niður er ymiskt frá kommunu til kommunu. Summir verða lagdir niður komandi ár, í øðrum førum er tað um nøkur ár. Skal ein skúli verða avtikin, skal ætlanin fyrst verða løgd fyri kommunustýrið og síðan verða góðkend. Tí tekur tað vanliga drúgva tíð frá fyrsta uppskoti, til ætlanin er framd í verki. Í tilgongdini kann tað henda, at ein ætlan verður broytt, og skúlin bjargaður. 


Vanliga verður ætlan um at taka skúlar av, ikki væl móttikin í nærumhvørvinum. Tað er ikki óvanligt, at ein røð av tiltøkum verða fyriskipað í royndini at bjarga ávísa skúlanum. Slík dømi eru eisini í Noregi. Í einari kommunu var ætlan um at leggja niður fimm skúlar, men tá ið avtornaði var eingin av skúlunum niðurlagdur.


Tá ið ætlanin um at taka niður Eydehavn skúla var løgd fram, fóru 1000 fólk út á gøturnar at mótmæla í kyndlagongu.
- Hetta er óivað tað mest krevjandi, eg havi verið við til, síðan eg kom í kommunustýrið í 1999, segði Robert Cornels Nordli, kommunustýrislimur fyri Arbeiðaraflokkin, við norska útvarpið í november.


Enn eru allar súður ikki syftar viðvíkjandi ætlanini at taka av Eydehavn skúla, hóast 27 atkvøður eru fyri og 12 ímóti. Málið skal út til hoyringar, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.


Kelda: utdanningsnytt.no