Tíðindi

Ungdómstingið umráðandi pallur hjá ungum

03.02.2026
Tað er gevandi hjá ungum at hava ein pall, har onkur lurtar, og eisini at tey vita, at tað, sum tey koma við, kann gera, at okkurt verður broytt. Tað sigur Mariann Mikkjalsdóttir, lærari í Tvøroyar skúla, sum er við næmingum á Ungdómstingi fyri triðju ferð.

At fara á Ungdómsting er spennandi og ógviliga gevandi fyri næmingar. Tað heldur Mariann Mikkjalsdóttir, sum á triðja sinni er á Ungdómstingi við næmingum, seinast fyri fýra árum síðan. Hesa ferð er hon við næmingum úr tveimum flokkum.

-  Tað er gevandi hjá ungum at hava ein pall, har onkur lurtar, og eisini at tey vita, at tað, sum tey koma við, kann gera, at okkurt verður broytt. Tað er komið fyri meiri enn eina ferð, at mál, sum eru løgd fyri Ungdómstingið, verða loftað av politikarum og fara víðari í skipanini og kanska gerast veruleiki. Næmingarnir, sum eru við, er ógviliga spentir, og tað fyllir nógv hjá teimum, sjálvandi mest meðan Ungdómstingið, tí tá er almenni áhugin stórur; fjølmiðlarnir fylgja við, skúlin og øll heima eisini. At vera á Ungdómstingi er eisini gevandi á tann hátt, at tað gevur teimum hug og áræði at fara upp í politikk. Onkur næmingur, eg havi havt og sum hevur verið við fyrr, er farin upp í politiskt ungdómsarbeiði. Ungdómsting er góð fyrireiking í so máta.

Tilgongdin at vera við á Ungdómstingi byrjar nakrar mánaðir frammanundan. Byrjað verður við hugaroki um, hvørji uppskot skulu við.

Sjálv tilgongdin er ógviliga lærurík. Allir næmingarnir í báðum flokkunum, sum eru við, umleið 50 næmingar, hava arbeitt í samfelagstímunum við uppskotunum og eiga ein part í teimum. Vit hava síðan síðsta heyst arbeitt í bólkum og fyrireikað okkum. Sum tíðin nærkaðist til Ungdómstingið, eru seks næmingar valdir út at luttaka á sjálvum Ungdómstingi. Næmingarnir, sum eiga annað uppskotið, luttaka sjálvir. Í sambandi við hitt uppskotið hevur lutakast verið millum næmingarnar, hvør skal luttaka. Síðan tað gjørdist greitt, hvør skuldi taka lut, havi eg bara arbeitt við teimum næmingunum og fyrireikað teir.

Mariann Mikkjalsdóttir roknar við tveimum spennandi døgum á Ungdómstingi.

Tey níggju uppskotini, sum er vald út, eru øll mál, sum ung tíma at kjakast um, og sum tey hava meiningar um. Okkurt av teimum er eisini eitt sindur stuttligt.

Hon heitir á lærarar í samfelagsfrøði um at fara á Ungdómsting við næmingum.

- Tað er umráðandi, at næmingar úr øllum landinum eru við, og eisini at bæði gentur og dreingir eru við. Hesa ferð vildi tað so til, at eg bara havi gentur við, men annars royni eg at hava bæði gentur og dreingir við.

Næmingar í Tvøroyar skúla eiga tvey uppskot. Næmingar í 9. flokki eiga uppskotið um hægri raðfesting av suðuroyartunlinum og næmingar í 8. flokki eiga uppskotið um betri atgongd til menstratiónsvørur.

Les meiri her