Tíðindi
Ungdómstingið er góð læring
Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla eru ofta við á Ungdómstingi. Á Ungdómstinginum, sum verður sett í morgun, eru næmingar úr tveimum flokkum við saman við lærarunum, Sjúrði Hovland Petersen og Hans Toftegaard. Eitt uppskot frá næmingum úr Runavíkar kommunuskúla verður á skránni, og tað snýr seg um at avmarka, hvør kann selja tubbaksvørur.
Hvørgin av lærarunum, sum eru við næmingunum í ár, hevur verið við á Ungdómstingi í ár.
- Eg ivist onga løtu í, at Ungdómstingið er góð læring í, hvussu fólkaræði riggar, og hvussu skipanin í løgtinginum er, frá uppskoti til lidna lóg. Næmingarnir fáa gott innlit í, hvussu politikkur er í verki. Av tí at næmingar úr skúlanum hava verið við fyrr, kenna næmingarnir, sum taka lut í ár, til Ungdómstingið, og teir vilja gjarna vera við. Teir eru ógviliga spentir, sigur Sjúrður Hovland Petersen.
Uppskotið hjá næmingum í Runavíkar kommunuskúla er, at søla av tubbaksvørum kann bara fara fram í Rúsdrekkasølu Landsins, ferðamannaskipum í millumlanda sigling og tollfríu sølubúðini í Vága Floghavn. Í viðmerking til uppskotið verður sagt, at seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at minka um nýtsluna av tubbaki, serliga millum ung. Í 2008 samtykti Løgtingið løgtingslóg um tiltøk at minka um royking, hvørs endamál m.a. var at tryggja roykfrítt umhvørvi, at tryggja, at støð, har almenningurin hevur atgongd, eru roykfrí, og at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki. Í dag kunnu so at siga øll sølustøð selja tubakk treytað av, at keyparin er 18 ár ella eldri. Men í nógvum sølustøðum – eitt nú matvøruhandlum – er tað púra vanligt, at ung, heilt niður í 14 ár, sita við kassan.
Myndin er frá Ungdómstingi í 2020.
Onnur tíðindi
-
07.08.2026Ov stór frávera? Summir næmingar fáa hjálp ov seint
-
31.07.2026At lurta eigur aldri at koma ístaðin fyri at lesa
-
24.07.2026Pílarnir peika rætta veg
-
17.07.2026Orðfeingi avgerandi fyri framtíðina hjá barninum
-
14.07.2026Turid Vang Frederiksen nýggjur skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum