Tíðindi
Ungdómsting fyri 10. ferð
Næmingarnir, sum eru á Ungdómstingi hesa ferð, koma úr Sandoyar Meginskúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlatrøð, Tvøroyrar skúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum við Løgmannabreyt og Sørvágs skúla.
Tey 32 umboðini, sum umboða flokkarnar á Ungdómstinginum, verða vald í fýra nevndir, sum skulu viðgera uppskotini. Næmingarnir verða valdir í ta nevndina, sum skal viðgera tað uppskotið, sum tey sjálvi hava sent inn. Hvør nevnd viðger fýra uppskot. Nevndin skal í minsta lagi mæla Ungdómstinginum til at fella eitt uppskot. Nevndarlimirnir samráðast um, hvat av uppskotunum skal fella.
Tað var í 2005, at formansskapur løgtingsins gjørdi av at farast skuldi undir at skipa fyri einum Ungdómstingi. Ungdómsting verður vanliga hildið á øðrum hvørjum ári, har næmingar í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið verða bodnir at luttaka.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
- at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
- at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
- at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
- at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Møguleiki verður eisini hjá umboðunum í Ungdómstinginum at seta spurningar til landsstýrismennirnar.
Tað ber til at lesa um øll uppskotini á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum og logting.fo
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?