Tíðindi

Umráðandi hjá ungum at læra, hvussu okkara fólkaræði riggar

03.02.2026
At vera við á Ungdómstingi lærir næmingar at kjakast og finna loysnir og semjur. Tað sigur Eir Pálsdóttir, lærari í Sandoyar Meginskúla.

Fyrsta uppskotið, sum kemur fyri á Ungdómstingi í ár, er um tíðarásett tunnilsgjald. Tríggir næmingar úr Sandoyar Meginskúla eiga uppskotið. Lærari teirra er Eir Pálsdóttir, sum tók læraraprógv síðsta summar. Hon var á sinni sjálv ungdómstinglimur, tá hon gekk í Nám X í Havn.

Tilgongdin hjá næmingunum í Sandoyar Meginskúla at fara á Ungdómsting byrjaði í oktober síðsta ár.

- Vit brúktu fyrst tíð til hugarok at finna uppskot, sum kundu vera áhugaverd at leggja fram og kjakast um. Næmingarnir arbeiddu í bólkum og prátaðu saman um evni; tey tosaðu í skúlanum og eisini heima um, hvørji evnini kundu verða. Tá ið evnini vóru vald, arbeiddu tey víðari í bólki við uppskotunum, sum vóru best umtókt.

Uppskotið um tíðarásett tunnilsgjald hevur við sær at kanna møguleikan fyri at broyta gjaldskipanina fyri undirsjóvartunlarnar soleiðis, at ein ikki skal gjalda fyri at koyra ígjøgnum hvønn tunnil sær, um ein til dømis koyrir ígjøgnum fleiri tunlar innan fyri eitt døgn ella eitt annað ásett tíðarskeið.

- Næmingarnir eru ógviliga upptiknir av hesum, tí skulu teir til dømis til Klaksvíkar í sambandi við ítrótt ella annað frítíðarítiv, so er tað ógviliga dýrt hjá teimum; tá skulu teir ígjøgnum tríggjar tunlar annan vegin. Uppskotið hjá teimum er at galda eitt gjald fyri teinin, um tey koyra annan teinin ígjøgnum tveir tunlar innan ásett tíðarskeið.

Eir Pálsdóttir heldur, at tað er læruríkt og áhugavert hjá ungum at síggja, hvussu løgtingið arbeiðir, og at løgtingsarbeiði ikki bara er at sita í løgtingssalinum og atkvøða, sum vit síggja.

- At vera við á Ungdómstingi lærir tey at kjakast, gera broytingaruppskot og finna loysnir og semjur. Tað er umráðandi hjá ungum at læra, hvussu okkara fólkaræði riggar.

Næmingarnir, sum Eir Pálsdóttir fer á Ungdómsting við, eru fýra í tali; tvær gentur og tveir dreingir.

- Tey eru ógviliga spent. Hjá summum kann tað vera ringt at stíga fram og tosa framman fyri eini fjøld. Havi roynt at vant teir við, at øll eru í sama báti í somu støðu, og at øll sita við somu kenslum. Tað snýr seg um at leypa í tað.

Hon er lærari hjá teimum í samfelagsfrøði. Næmingarnir hava eisini fyrireikað seg at viðmerkja onnur mál, sum eru á skránni báðar dagarnar.

Les meiri her