Tíðindi
Øll atlit hava síni mørk
Fólkaskúlin hevur, nú sum fyrr, serliga tvey endamál. Tað fyrra er at geva næmingunum dygdargóðar fakligar førleikar, bæði málsligar, náttúruvísindarligar eins og eitt ávíst klassiskt dannilsi. Hitt er tann sosiali parturin. At næmingarnir ikki minst læra at vera ein partur av einum bindandi felagsskapi.
Men eitt stútt og støðugt rák, seinnu árini, hevur viðført avbjóðingar hesum seinna viðvíkjandi. Fleiri børn missa møguleikan at venja teir førleikar, sum virksemið í felagsskapinum krevur, tí støðugt meira orka verður brúkt at røkja einstaklingatørv og ofta bráðíkomnan tørv. Ov nógvir næmingar eru onkursvegna ikki til staðar, ið eisini skjótt kann hava neiliga fakliga ávirkan bæði fyri tann einstaka, men sanniliga eisini fyri flokkin sum heild.
Ov nógv fokus á einstaklingin kann eisini hava við sær, at sosialir tørvir upp á sikt gjalda prísin. Teir tørvir, ið næmingarnir fáa einamest brúk fyri seinni í lívinum.
Hetta er eitt vandatekin og framtíðartrupulleiki, sum vit helst ikki skilja heilt enn.
Rákið í dag, har vit ofta seta tørvin hjá tí einstaka fram um felagsskapin, kann skjótt kosta. Tað er tó ikki so, at vit ikki skulu vísa atlit, eitt nú til næmingar við serligum tørvi. Serflokkar eru sjálvsagt komnir fyri at vera. Men vanlig atlit mugu vera innan fyri mark og mugu ikki vera ein forðing fyri vanligum virksemi í flokkinum. Um vit taka ov nógv atlit, kunnu næmingar skjótt missa venjingina í grundleggjandi dannilsisførleikum, sum bert kunnu mennast í felagsskapinum, eitt nú at vísa fyrilit, bíða til teirra túrur er, geva tol, menna treystleika og góðtaka, at eins egni tørvur ella áhugi ikki altíð kemur í fyrstu røð. Og har tey eisini læra at vera partur av nøkrum, ið er størri enn tey sjálvi.
Um tað eru ov nógv seratlit, er vandi fyri, at felagsskapurin spakuliga verður niðurbrotin. Hetta kann hava við sær, at øll, eisini tey við serligum avbjóðingum, ikki fáa tær sosialu royndirnar, sum eru grundleggjandi fyri teirra framhaldandi menning.
Atlit fara altíð at verða víst, eisini faklig, har vit undirvísingardifferentiera á nógvan ymiskan hátt, eitt nú við at førleikauppbýta næmingar í hádeild. Haldi tó, at vit eisini mugu spyrja, hvussu vit kunnu hjálpa tí einstaka at laga seg til felagsskapin í staðin fyri at spyrja, hvussu felagskapurin skal laga seg til tann einstaka. Tað er í felagsskapinum, at vit vanliga finna trygd og trivnað og harvið eisini grundarlag fyri læring.
Annars er eitt mantra at hoyra nú av og til ímillum teoretikarar, sum sigur at “børn gera tað besta, tey kunnu”. Hetta kann ljóða trygt og jaligt, men er skeivt og kann í veruleikanum verða vandamikið.
Av tveimum orsøkum. Slík tankagongd tekur ábyrdina burtur frá næmingunum og foreldrunum og leggur alt á læraran. Ístaðin fyri at hava eina felags ábyrgd. Hitt er, at ein og hvør lærari veit, at næmingurin ikki altíð ger sítt besta, og tað er í grundini heilt natúrligt.
Tað avgerandi er at geva næmingunum umstøður, rúmd og at eggja teimum til at royna at gera sítt besta. Men eingin kann gera sítt besta altíð. Heldur ikki vit lærarar, men vit royna vónandi.
Samanumtikið mugu vit halda fast í, at felagsskapurin er fundamentið, har tað einstaka barnið mennist, við stuðli og við greiðum kørmum, og har alt annað virksemi sprettur úr.
Sjónarmið úr Skúlablað nr 1, 2026.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan