Tíðindi

Nýggj royndarskipan skal fyribyrgja konfliktum og ógvisligari atferð í fólkaskúlanum

27.02.2026
Frá komandi skúlaári fáa fólkaskúlarnir í Danmark høvi at vera við í eini royndarskipan, sum hevur til endamáls at skapa trygg umhvørvi at læra. Málið er at minka um ógvisligan atburð – tað, sum eisini verður nevnt útvirkin atferð – og atferð, sum er merkt av konfliktum.

Frá skúlaárinum 2026/27 kunnu fólkaskúlar um alt Danmark vera við í eini royndarskipan at royna ymiskar hættir at skapa tryggar felagsskapir í undirvísingini. Royndin hevur eitt nú til endamáls at fáa eina vitan um, hvussu tættari samstarv millum lærarar og ráðgevar kann fyribyrgja og basa konfliktum og útvirknari atferð í flokkinum.

”Vit skulu verja felagsskapin og minka um harðskap og hóttanir í fólkaskúlanum. Tí skulu vit duga betur at fyribyrja útvirknari atferð og seta inn, áðrenn trupulleikarnir gerast ov stórir. Tí fegnist eg um hesa royndina og vóni, at nógvir skúla vera við,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Royndarskipanin

Farið verður undir royndarskipanina í heyst. Hon vendir sær til 4. flokkar, sum hava havt avbjóðingar í langa tíð við trivnaði og tryggleika í undirvísingini.

Verkætlanin er háttað soleiðis, at hon varir í tíggju vikur við vikuligum samstarvi og sparring millum ráðgevar og tveir lærarar í flokkunum, sum taka lut. Saman skulu lærararnir og ráðgevin leggja til rættis og gjøgnumføra átøk, sum venda sær móti felagsskapinum og sum skulu styrkja sosiala og fakliga felagsskapin í flokkinum. Tað kann eitt nú vera bólkaarbeiði eftir serligum leisti, felags flokssamrøður um trivnað ella miðvísar venjingar, sum styrkja samstarvið millum næmingarnar.

Ein partur av royndarskipanini er at lærarar og ráðgeva verða førleikamentir í tvørfakligum samstarvi í at gera átøk, sum venda sær móti felagsskapinum. Endamálið við tætta samstarvinum er at geva lærarum betri fortreytir at møta avbjóðingum í flokkinum við at geva teimum betri atgongd til sernámsfrøðiligan serkunnleika og sparring. Skúlarnir, sum eru við, fáa endurgjald fyri útreiðslur, sum hava við royndarverkætlanina at gera. Danska stjórnin hevur sett 5,5 milliónir krónur av til royndarverkætlanina, sum varir fram til 2028.

120 flokkar kunnu taka lut; harav skulu teir 50 vera flokkar, har átøkini verða gjørd, og hinir 70 flokkar samanberingarflokkar.

Tað er eitt krav, at allir flokkarnir skulu góðtaka, at átøkini, sum verða gjørd, verða eftirmett.

Kelda: uvm.dk

Mynd: freepik.com