Tíðindi

Misjavna undirvísingin í týskum gongur út yvir næmingarnar

25.02.2026
At skúlar raðfesta undirvísingina í týskum so ymiskt, ger, at næmingar eru ógviliga misjavnt fyri at læra týskt og ikki minst ymiskt fyri, tá ið teir fara víðari í skúlaskipanini, har góður kunnleiki til týskt er ein fortreyt. Tað heldur Astrið Breckmann, lærari í týskum.

Ein spurnakanning, sum Astrið Breckmann hevur gjørt millum týsklærarar vísir, at: 

* summir skúlar bjóða týskt ein tíma um vikuna longu í 7. flokki, síðani velja næmingarnir týskt 3 tímar um vikuna í 8. og 9. flokki.

* onkur annar skúli krevur, at næmingarnir hava týskt 2 tímar um vikuna í 7. flokki, og so kunnu teir velja tað 4 tímar um vikuna í 8. og 9. flokki.

* summir skúlar bjóða týskt 2 tímar um vikuna í 3 ár.

* aðrir bjóða tað 4 tímar um vikuna í tvey ár.

* summir bjóða 3 tímar um vikuna í tvey ár.

* meðan onkur bara bjóðar týskt 2 tímar um vikuna í 2 ár.

Vit hava spurt Astrið Breckmann, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri næmingarnar, at teir hava í boði so ymisk tilboð, og hvat hon heldur eigur at verða gjørt at styrkja lærugreinina í týskum.

- Ymsu loysnirnar, sum skúlarnir gera, ger, at tað verður kolosalur munur á, hvussu næmingarnir eru fyri í týskum. Eg dugi ikki at síggja, at tað ber til at tryggja, at næmingarnir eru nøkulunda eins fyri í týskum, um teir velja seg inn á hugbreyt, tá týskundirvísingin í skúlunum kring landið er so ymisk. Alt gott um at skúlar vilja sjálvir sleppa at raðfesta, men tað eigur ikki at ganga út yvir dygdina. Bara tað, at næmingar í summum skúlum hava tveir tímar um vikuna í tvey ár og í øðrum skúlum fýra tímar um vikuna í tvey ár, ger ovurhonds stóran mun. Fyri nógvar næmingar er týskt ógviliga fremmant at byrja við; við tveimum tímum um vikuna lærir tú kanska bara grundina; lærarin hevur ongan kjans at koma ígjøgnum eitt pensum við so fáum tímum.

Skúlar kunnu brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna eitt nú vallærugreinaskipanina. Í reglunum er ásett, at teir kunnu í mesta lagi umskipa tríggjar tímar um vikuna í einstakari lærugrein og skulu tryggja, at tað hvørja viku eru í minsta lagi 50% eftir av tímunum í teimum lærugreinum, har tímar verða umskipaðir. Henda heimildin ger, at skúlar kunnu raðfesta týskt, og tað hava summir valt. Astrið Breckmann heldur ikki, at tað er nóg mikið at líta á leiðslurnar at skipa undirvísingina í týskum, tí vit síggja, hvussu ymiskt teir raðfesta týskt.

- Vit síggja, at summar leiðslur hava ein góðan vilja og raðfesta týskt, men vit síggja eisini tað øvuta, at summar leiðslur eru líkasælar og skera nógv í tímatalinum. Eg undrist á ymsu raðfestingarnar, og eg havi eisini hug at spyrja, um evstu skúlamyndugleikarnir vita, hvat skúlarnir gera, og hvussu teir raðfesta, tí tað er eingin ivi í, at næmingarnir fáa ógviliga ymisk tilboð. Er tað tilætlað? Eg sakni at kenna, at onkur myndugleiki oman fyri okkum tryggjar okkum í, at teir vita, hvat verður gjørt, og at tað, sum verður gjørt, er rætt. Eg undirvísi í týskum í 8. og 9. flokki, vit hava mist ein tíma, og tað ger stóran mun at hava mist henda tíma. Mann kann ikki billa sær inn, at næmingarnir fáa tað sama burtur úr trimum samanborið við fýra tímum.

Skal lærugreinin týskt hava lív lagað í skúlaskipanini í Føroyum, so mugu evstu skúlamyndugleikarnir skera ígjøgnum og krevja av øllum skúlaleiðslunum, at tær raðfesta týskt, heldur Astrið Breckmann.

- Eg haldi, at vit eiga at gera upp við okkum sjálv, og tá meini eg evsti skúlamyndugleikin, hvat vit vilja við týskum. Skal týskt bjargast, mugu leiðslurnar hugsa, hvar tær leggja týskt á tímatalvuni. At leggja týskt síðst á degnum og síðst í vikuni, sum summar leiðslur gera, er tað sama sum at biðja næmingarnar ikki at velja týskt, tað vita vit av royndum, og at gera øgiliga stórar týskflokkar er somuleiðis sum at biðja teir lata vera við at velja týskt. Tilgongdin av týsklærarum hevur sjálvandi nógv at siga. Har hevur eingin verið í nógv ár, so har er eisini ein uppgáva. Spurningurin um týskt hongur saman við raðfestingini av fremmandamálum, sum hevur verið vánalig leingi. Vit eru nógv, sum hava ávarað um gongdina í nógv ár, men einki hendir. Næmingar læra ikki meiri við at læra minni. Teir duga illa danskt í dag, av tí sama duga teir heldur ikki hini norðurlendsku málini, sum næmingar fyrr dugdu væl, og teir duga heldur ikki enskt væl, sum annars nógv halda, at teir duga. Eg undirvísir í enskum og síggi, at næmingar duga ikki betur enskt í dag enn teir gjørdu fyri seytjan árum síðan, tá eg gjørdist lærari.