Tíðindi
Kynstrið at skapa javnvág millum trivnað og undirvísing
Trivnaður fyllir munandi meira á tímatalvuni í fólkaskúlanum nú enn fyrr.
Og tað er gott, tí góður trivnaður er grundin undir allari menning og læring.
Tað halda lærararnir og tingmenninir Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum.
– Um næmingarnir ikki trívast í skúlanum, so avskeplar tað innlæringina, og so læra tey einki. So einfalt er tað, sigur Jóhannis Joensen.
– Nei, so gevur tað ikki meining at undirvísa, sigur Magnus Rasmussen.
– Og skal tað geva meining at undirvísa, má lærarin eisini trívast, sigur Bárður á Lakjuni.
– Ja, um lærarar ikki trívast, so kann tað skjótt henda, at teir spakuliga fara úr skúlanum, leggur Magnus Rasmussen aftrat.
Spurningurin um trivnað er háaktuellur og ferðast í ringrás um skúlan.
Men vandi er sum kunnugt í hvørjari vælferð, og teir tríggir lærararnir og tingmenninir eru á einum máli um, at trivnaður má kortini ikki fylla so nógv á tímatalvuni, at fakliga undirvísingin verður darvað og við skerdan lut.
– Tað eitur framvegis lærari, og vit mugu ikki gloyma, at yrkið hjá læraranum fyrst og fremst er at undirvísa. Tað er tí, at lesandi søkja á læraraskúla, sigur Jóhannis Joensen.
Magnus Rasmussen nertir við tað sama. Hann byrjaði sum lærari í Runavíkar kommunuskúla í 1986. Tað eru næstan 40 ár síðani, og hesi árini er hugburðurin til trivnað í skúlanum broyttur munandi, heldur hann.
– Fyrr varð nógv meiri tíð brúkt upp á fakligu undirvísingina og minni orka løgd í trivnaðin hjá næminginum. Eg sigi ikki, at tað var betur fyrr, men tað er ein staðfesting av, at nógv er broytt og raðfestingin í skúlanum øðrvísi nú enn tá, sigur hann.
Jóhannis Joensen og Bárður á Lakjuni eru samdir og halda, at kynstrið er at fáa javnvágina millum trivnað og undirvísing at ganga upp í eina hægri eind.
– Lærarar eru eitt errið fólkaslag við sterkum fakligum stoltleika. Men samtundis hava lærarar eitt brennandi ynski um, at allir næmingar skulu trívast og mennast og ikki sita fyri einki í skúlanum, sigur Jóhannis Joensen.
Spurningurin er so, hvør orsøkin kann vera, at trivnaður fer við so nógvari tíð og orku í skúlanum, og at lærarar stundum bera kenslu av, at tað kostar í sjálvari undirvísingini.
Tað finst neyvan eitt einfalt og eintýtt svar upp á tann spurningin. Men tað ørkymlar politikararnar, at børn í størri mun aftra seg við at fara í skúla, og at mistrivnaður tykist at vinda upp á seg og breiða seg út í samfelagið.
– Eg veit dømi um børn, sum av ymsum orsøkum ikki vilja og ikki tora inn í skúlastovuna, og tað kunnu vit ikki venda blinda eygað til, sigur Jóhannis Joensen.
Hann heldur, at ein loysn kundi verið at styrkt um tvílæraraskipanina, so tað altíð eru tveir lærarar í hvørjum flokki, tí tað skapar tryggleika og trivnað.
– Tað hevur víst seg at rigga væl á skúlum, har annar lærarin er inni í skúlastovuni og undirvísir, og hin hevur stundir at vera um teir næmingar, sum hava trupult við at finna fótafesti í skúlanum og í flokshølinum. Tess fleiri vaksin eru um næmingarnar, tess størri eru sannlíkindini fyri, at næmingarnir finna seg til rættis og fara at trívast í skúlanum, sigur Jóhannis Joensen.
Og spurningurin er ógviliga átrokandi og viðkomandi at viðgera, heldur Bárður á Lakjuni.
Hann heldur, at rákið við mistrivnaði og skúlaaftran kann vera eitt tekin um eina størri samfelagsliga broyting, og hevur hug at tvinna virðispolitikk upp í kjakið.
– Eg haldi, at vit eiga at steðga á og spyrja okkum sjálvi, hvat tað er, sum hendir í okkara samfelag, og hví trupulleikarnir bara tykjast at vaksa. Hví eru tað so nógv børn og ung, sum mistrívast og ikki vilja í skúla? Hví er listin til útgreiningar í barna- og ungdómspsykiatriini vaksin so nógv seinastu árini, og hví eru so nógvir hjúnaskilnaðir og so nógvar brotnar familjur? spyr Bárður á Lakjuni.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 6, 2025.
Onnur tíðindi
-
09.03.2026Vánaligt arbeiðsumhvørvi fær fólk at leita eftir øðrum starvi
-
06.03.2026Næmingar og lærarar ganga undan á grønu kósini
-
05.03.2026Brúka styrkirnar í flokkinum
-
04.03.2026Føroyskur dansur hoyrir undir flokslæraran
-
03.03.2026Føroysklærarin ella onkur annar, sum skal undirvísa í føroyskum dansi?
-
27.02.2026Nýggj royndarskipan skal fyribyrgja konfliktum og ógvisligari atferð í fólkaskúlanum