Tíðindi
Hví lesa vit tað, vit lesa?
Innsavnaðu dáturnar geva okkum eina yvirskipaða mynd av føroysklæraranum í hádeildini, tí spurt var um kyn, starvsaldur, og hvørt lærarin hevði føroyskt á linju ella ikki.
Leggja vit fyri við kyni, so vísa innsavnaðu dáturnar, at 78 % av føroysklærarunum í hádeildini eru kvinnur, og 22 % eru menn (sí mynd 1).

Myndin vísir, at 78 % at føroysklærarunum í hádeild eru kvinnur, og 22 % eru menn.
Nýggjasta uppgerðin hjá Undirvísingarstýrinum sigur, at í oktobur 2025 vóru 75 % av lærarunum kvinnur, og 25 % vóru menn (Skúlablaðið, 2025). Bera vit tølini saman, síggja vit, at tað í stóran mun er samsvar millum samansetingina av kvinnum og monnum í fólkaskúlanum í síni heild, og hvør tað er, sum átekur sær at undirvísa í føroyskum í hádeild.
Kaga vit at starvsaldrinum, vísa innsavnaðu dáturnar, at tað serliga eru royndir lærarar, sum undirvísa í føroyskum í hádeildini (sí mynd 2). Einans fimm lærarar hava millum 0 og 5 ára starvsroyndir, 17 hava starvast millum 6 og 10 ár, 18 hava starvast millum 11 og 15 ár, 12 hava starvast millum 16 og 20 ár, og heili 41 hava starvast 20 ella fleiri ár sum lærari. Fýra lærarar vóru, sum ikki upplýstu starvsaldurin. Dáturnar vísa, at miðalstarvsaldurin á føroysklæraranum í hádeild er 19,4 ár.

Myndin vísir starvsaldurin hjá teimum lærarum, sum undirvísa í føroyskum í hádeildini.
Hyggja vit síðan at, hvørt føroysklærararnir í hádeildini hava føroyskt á linju ella ikki, so vísa innsavnaðu dáturnar, at 69 % av lærarunum hava føroyskt á linju, og at 31 % ikki hava føroyskt á linju.

Myndin vísir, at 69 % av føroysklærarunum í hádeild hava føroyskt á linju, og at 31 % ikki hava føroyskt á linju.
Hesi úrslitini eru áhugaverd. Á Námsvísindadeildini verður føroyskt boðið út sum linjulærugrein annaðhvørt ár, og linjan verður vanliga fullteknað hvørja ferð. Hetta ger lærugreinina til ta størstu á Námsvísindadeildini. Tað hevði verið áhugavert at kannað nærri, hví heili 31 % av lærarunum, sum undirvísa í hádeildini, ikki hava føroyskt á linju.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2025.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum