Tíðindi
Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum
Tað er bara í skúlunum í Havn, at tað vera fleiri enn 22 næmingar í 1. flokkunum. Sambært fyribilstølunum verða tað fimm fyrstuflokkar í Havn við fleiri enn 22 næmingum; tveir flokkar við 23 næmingum í Eysturskúlanum, tveir við 24 næmingum í Sankta Frants skúla og ein flokkur við 23 næmingar í skúlanum á Argjahamri. Kommunan hevur sagt, at tað er eingin trupulleiki við hølum, tí kommunan vil skaffa hølini, um skúlamyndugleikin bara játtar flokkarnar, men hóast tað, so heldur landsmyndugleikin uppá, at tað skulu vera fleiri enn 22 næmingar í fyrstuflokkunum skúlaárið 2026/27.
Aftrat fyrstuflokkunum komandi skúlaár eru flokkarnir, sum byrjaðu í fjør við fleiri enn 22 næmingum og tí eru annar flokkur næsta skúlaár. Í Sankta Frants skúla vera tveir annarflokkar við 25 næmingum, á Argjahamri tveir við 24, á Skúlanum á Fløtum tríggir við 23 og á Skúlanum við Løgmannabreyt tveir annarflokkar við 24 næmingar í flokkinum.
So sjálvt um løgtingið hevur samtykt, at tað ikki skulu vera fleiri enn 22 næmingar í flokkinum, so verða tað eftir ætlan 14 fyrstu- og annarflokkar í Tórshavnar kommunu, sum hava fleiri enn 22 næmingar komandi skúlaár. Og hetta er støðan, sjálvt um kommunan hevur sagt, at hon vil skaffa hølini til flokkarnar, sum koma afturat.
|
Fyribils næmingatøl 2026-27 |
|||
|
Skúli |
Flokstrin |
Flokkar |
Floksstødd |
|
Eysturskúlin |
1. flokkur |
2 |
23 |
|
Skúlin á Argjahamri |
1. flokkur |
1 |
23 |
|
Sankta Frans Skúli |
1. flokkur |
2 |
24 |
|
Tilsamans |
5 |
1. flokkar |
|
|
Skúlin á Fløtum |
2. flokkur |
3 |
24 |
|
Skúlin við Løgmannabreyt |
2. flokkur |
2 |
24 |
|
Skúlin á Argjahamri |
2. flokkur |
2 |
24 |
|
Sankta Frans Skúli |
2. flokkur |
2 |
25 |
|
Tilsamans |
9 |
2. flokkar |
|

Onnur tíðindi
-
10.07.2026Alt at siga fyri lesivanarnar, at tað verður lisið fyri børnum
-
07.07.2026Vitlíki setur nýggj krøv til undirvísingina og læraraleiklutin
-
06.07.2026Bókaormarnir hvørva, og eingin leggur í
-
03.07.2026Vit síggja ávirkanina av stórari skíggjanýtslu
-
02.07.2026Siðbundna mentanin í fólkaskúlanum kannast
-
01.07.2026Lógin ásetur, at tað eru lærarar, sum undirvísa