Tíðindi

Fastalávintshald og vetrarfrí

17.02.2026
Hvat við, at skúlin flytur vetrarfrítíðina til týsdagin í somu viku, tá ið føstuinngangurin byrjar? Tórður Johannesarson, pápi at børnum í fólkaskúlanum.

Aftur í ár hava lærarar í fólkaskúlanum gjørt nógv burtur úr fastalávint. Næmingar hava dansað føroyskan dans og lært kvæði uttanat. Teir hava hoyrt søguna um, hví vit halda føstulávint, hoyrt um køttin í tunnuni, um grýluna og mangt annað. Barnaútvarpið hevur gjørt fitt burtur úr, m.a. hava vit hoyrt frálíkar spurnakappingar um kvæði, har børn úr skúlunum sluppu at royna seg. 

Tað er ein serligt huglag føstulávintsmánadag hjá teimum smærru børnunum. Tey lata seg í grýluklæðir og sleppa at fara í skúla grýluklødd. Tímatalvan verður ruddað, so pláss er fyri hugna og tunnuslátri. Eitt sera gott tiltak, sum skúlin hevur skipað fyri í mong, mong ár. Tað, sum fyllir nógv hjá børnunum, er at ganga grýlu um kvøldið. Tey byrja um 6 tíðina og eru liðug um 8-9 tíðina um kvøldið. Tá ið tey eru liðug, so fara tey at eta burtur av grýlubommunum. Øll vita, hvat sukur ger við kroppin so seint á kvøldi. So skulu tey í song, og tað tekur kanska eina løtu at sovna. So beint upp aftur klokkan 7, og so í skúla klokkan 8 móð og illa útborin.

Í síðstu viku, tað er í viku 7, var vetrarfrí. Hvat við, at skúlin flytur vetrarfrítíðina til týsdagin í somu viku, tá ið føstuinngangurin byrjar? Tá sluppu børnini at hvíla seg eftir føstulávintshald uttan at hugsa um at fara í skúla týsmorgunin. Havi ein illgruna um, at tað at ganga grýla er við at hvørva sum siður í hinum Norðurlondunum.

Tað kundi verið eitt hugskot, at skúlarnir fluttu vetrarfrítíðina eina viku. Fyrr var vanligt, at arbeiðspláss og grannaløg slógu tunnu føstulávintsmánadag. Kanska henda siðvenja bleiv tikin uppaftur? Og kanska vit á hendan hátt kundu ment føstulávinthald her á landi?    

Myndin er lánt av heimasíðuni hjá Eysturskúlanum í Havn - av føstulávintshaldinum í ár.