Tíðindi
Betri vinir í meiri enn helvtini av skúlunum
Tá Betri vinir fór av bakkastokki í august í 2023, byrjaði ráðgevingin við trimum skúlum. Aftan á eitt hálvt ár fingu fýra skúlar aftrat møguleikan, og í januar í ár hevur meira enn helvtin av fólkaskúlunum verið ígjøgnum. Ráðgevingin í Námi fegnast um góðu móttøkuna og vónar at fáa restina av skúlunum við komandi tíðina. Betri vinir er ætlað bæði lærarum og leiðslu, ið fáa holla upplæring í tilfarinum.
- Tilgongdin fyri hvønn skúla tekur tvey ár. Fyrsta hálvárið vitjar ráðgevin við jøvnum millumbilum skúlan. Ráðgevin fylgir undirvísingini og vegleiðir lærarunum í ymsu aktivitetunum. Átakið umfatar allar lærarar í flokkinum, og allir lærarar, sum eru knýttir at innskúlingini, fáa undirvísing í Betri vinir, eisini leiðslan, greiðir Andriása Dam Joensen frá.
Betri vinir er samstarv millum Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám. Tað eru Áki Dyssegaard og Andriása Dam Joensen, sum samskipa Betri vinir-átakið fyri Nám. Betri vinir byggir á danska átakið Fri for mobberi og hevur til endamáls at steðga happing í skúlanum og at styrkja trivnaðin millum børnini.
- Vit vilja broyta gamla sýnið upp á happing við at hava størri fokus á felagsskapin. Felagsskapurin er áhugaverdur sum neutralt hugtak, og tað er út frá hesum, at vit vilja arbeiða við, at tað eisini er í lagi at vera øðrvísi.
- Okkara mál er at skifta fokus frá einstaka barninum til felagsskapin, sum kann vera sunnur ella ósunnur. Vit koma ikki við nøkrum nýggjum, men vit byggja á tað, sum lærarar kenna frammanundan. Lærarar skulu hugsa um aktivitetirnar, sum vit koma við við Betri vinum og annars fokusera upp á tryggleikan í flokkinum, meðan næmingarnir læra at samstarva við fleiri ymisk børn, greiðir Áki Dyssegaard frá.
Tað hevur stóran týdning at fáa skúlaleiðslurnar við í arbeiðið hjá Betri vinum. Tað tryggjar, at arbeiðið móti happing verður grundfest í dagliga arbeiðinum á skúlanum, og at lærararnir hava stuðul frá leiðsluni til arbeiðið.
Vónin hjá Betri vinir-toyminum er, at allir skúlar hava fingið tilboðið um at gerast partur av Betri vinir-verkætlanini í 2027.
Um skeiðið í Betri vinir:
- Betri vinir verður samskipað av Barnabata
- Ein tilgongd í Betri vinir tekur tvey ár.
- Fyrsta hálva árið hevur ráðgevingin fund við lærararnar eina ferð um mánaðin, síðani annan hvønn mánað.
Myndin er úr Kvívíkar skúla.
Onnur tíðindi
-
17.02.2026Fastalávintshald og vetrarfrí
-
17.02.2026Morgunsangur savnar enn næmingar
-
13.02.2026Alt loyvt heima, einki í skúlanum
-
12.02.2026Útiskúli ein dag um vikuna
-
11.02.2026Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum
-
09.02.2026Kynstrið at skapa javnvág millum trivnað og undirvísing