Tíðindi

Alt loyvt heima, einki í skúlanum

13.02.2026
At børn sleppa at sita nógv við skíggjum heima og ikki í skúlanum ørkymlar nógv børn. Foreldur í dag elva til trupulleikar í skúlanum, halda lærarar í Noregi. Professari heldur hinvegin, at vit skulu ikki leggja so nógv í, at skúli og foreldur ikki draga eina línu.

Lærarar um alt Noreg greiða í eini kanning frá, hvussu atburðurin hjá næmingum er broyttur síðstu 20 árini. Næmingar duga verri at tálma kenslum sínum, teir hava minni virðing fyri lærarunum og brúka oftari ljót orð, hóttanir og harðskap, sambært lærarunum. Næmingar duga eisini verri at spæla og vera vinir. Harumframt eru tað nógv fleiri næmingar, sum hava drúgva fráveru í skúlanum. Tað er ikki óvanligt, at næmingar sleppa frá at møta, ella at teir fáa loyvi til at fara úr skúlastovuni mitt í tímanum, siga lærarar í kanningini.

Kanningin, sipað verður til, kann lesast her: Lærere ser store forskjeller på elever nå og for 20 år siden

Lærarar siga frá, at fleiri og fleiri næmingar vænta at fáa sersømdir, og at næmingar oftari sleppa at gera av sjálvir, hvat teir skulu gera.

Sambært lærarunum eru orsakirnar fleiri, at støðan er soleiðis vorðin. Meiri skíggjanýtsla og broytingar í skúlapolitikkinum verða nevndar sum tvær orsakir. Men eftirgevandi foreldur verða eisini nevnd at vera ein partur av orsøkini.

– Lærarar siga, at tað elvir til trupulleikar, tá ið børn koma í skúla, sum hevur greið mørk og greiðar reglur, sum øll børn skulu fylgja, sigur Johannes Hatfield, professari í námsfrøðiligari sálarfrøði við universitet í Noregi. Hann er ein teirra, sum hevur staðið fyri kanningini.

– Henda kontrastin ørkymlar tey, sigur hann.

Frá autoriterari uppaling til eftirgevandi

Hatfield sigur frá, at foreldrahátturin er broyttur síðstu tíggju árini.

– Vit síggja eitt skifti frá autoriterum og autoritativum foreldra- og lærarahátti til ein meiri eftirgevandi hátt, sigur hann.

Hetta er ikki eitt fyribrigdi, sum bara vit kenna til, tí tað eyðkennir stórar partar av vesturheiminum. Men sambært norskari kanning frá 2024 ganga Noreg og Skandinavnia á odda, tá ið talan er um henda eftirgevandi uppalingarháttin. Hesin foreldrahátturin hevur greitt nakrar vansar, heldur Hatfield.

Fýra ymiskir foreldrahættir

Tað eru fýra ymiskir hættir, sum foreldur nýta, tá ið tey uppala, sambært FHI, sum stendur fyri Fólkaheilsuinstituttinum í Noregi. Býtið er grundað á frymil, sum amerikanska Diane Baumrinds, sálarfrøðingur, hevur gjørt.

  • Autoritativur: Nógvur kærleiki, men eisini nógv tamarhald. Setir greið og rímilig mørk, er lurtandi og virðiligur. Gevur barninum tryggleika og sjálvræði.
  • Autoriterur: Lítil kærleiki, nógv tamarhald. Strangur, krevur lýdni, men viðurkennir ikki kenslurnar hjá barninum.
  • Eftirgevandi: Nógvur kærleiki, lítið tamarhald. Ógviliga fjálgur, men seta fá mørk, letur barnið stýra.
  • Forsømandi: Lítil kærleiki, lítið tamarhald. Lítil eldhugi, fá krøv og lítil nærvera.

– Tað, sum granskingin vísir greitt og týðiliga, er, at foreldur, sum eru meiri autoritativ, tað er kærleiksfull og stuðlandi, men eisini týðilig vaksin, hava børnini, sum trívast best og hava bestu sálarheilsuna, hevur Tonje Holt, familjugranskari, áður sagt fyri forskning.no tidligere sagt til forskning.no.

Bæði tann autoriteri og forsømandi hátturin verða settir í samband við mistrivnað.

Tann eftirgevandi hátturin – sum funnist verður at í kanningini – vísti á eitt sindur misjøvn úrslit. Í eini spanskari kanning var hesin hátturin mettur at vera líka góður sum tann autoritativi. Og í eini norskari kanning frá 2024 av tilflytarum frá øðrum ættarliði vísir hon betri úrslit enn tann autoriteri, bæði tá talan er um sjálvskenslu, ímyndingarevni og hugflog.

Sleppa at stýra

Lærarar siga frá dømum um næmingar, sum koma í skúla við eini fatan av, at reglurnar í skúlanum ikki eru galdandi fyri teir. Foreldur er meiri upptikin av at vera vinir við børnini og lata børnini «stýra showinum» heima, sambært lærarunum.

Hatfield heldur eins og lærararnir, at hetta hevur samband við eftirgevandi foreldraháttin.

– Hesin hátturin hevur skapt eitt ættarlið av samráðingarbørnum, sigur Hatfield.

Tað merkir, at børn fata tað, sum foreldur og lærarar siga meiri sum uppskot enn krav og nakað, tey kunnu brúka at samráðast við, sambært honum.

Ýlandi børn til handils

Eitt klassiskt dømi er barnið, sum leikar í í handlinum, tí tað ikki fær ís. Ella tá tað noktar at fara í jakka, tá tað er kalt út.

– Tað lættasta er sjálvandi at geva eftir, sigur Hatfield.

Tá sleppur tú undan hesum atburðinum og meiningum frá fólki, og tú sleppur kanska eisini undan, at barnið skríggjar á veg heim.

– Tú sleppur eisini undan at vísa, at tú ikki hevur verið strong í líknandi støðum fyrr, sigur Hatfield.

Skal barnið sjálvt bestemma?

Hatfield heldur, at nógv hava misskilt fyribrigdið sjálvræði.

– At børn eru sjálvstøðug, merkir fyrst og fremst, at tey kenna seg kompetent, rættvíst viðfarin og at tey skilja, hví vit fara við teimum, sum vit gera, sigur hann.

Tað er ikki tað sama sum, at børn skulu hava loyvi at bestemma alt, vísir hann á.

– Tað kann virka sum um, at fólk halda, at um vit vaksnu seta mørk, so taka vit sjálvræði frá børnum, men tað gera vit als ikki, sigur hann.

Sambært Hatfield er ein rúgva av gransking, sum vísir, at børn gerast trygg og motiverað av, at vaksin geva teimum karmar og reglur, sum tey kunnu rokna við. Tá kenna tey seg fræls, og at onkur ansar teimum.

Hann heldur, at flestu foreldur vita, hvat tey eiga at gera, um barnið fer at ýla og leika í, tá tey eru til handils: at vera konsekvent heldur enn eftirgevandi fer at gera handilstúrarnar lættari í framtíðini.

– Flest vita, at sannlíkindini fyri, at atburðurin endurtekur seg, um tey geva eftir. Og tað er hetta, sum hendir, tá tú keypir ís, hvørja ferð barnið skríggjar, sigur Hatfield.

Hugsa um, hvat hini hugsa

Hatfield heldur, at eftirgevandi foreldrahátturin skyldast, at vit hugsa nógv um, hvat onnur hugsa um okkum.

– Hetta elvir til ótryggleika, eisini yvir fyri barninum, sigur hann.

Í sálarfrøðini verður hetta nevnt eksternt reguleraður atburður. Tað hendir, at vit brúka meiri orku at ansa eftir, at vit ikki gera mistøk ístaðin fyri bara at gera tað, sum vit vita er rætt.

– Eg haldi, at foreldur fyrr vóru minni ávirkað av, hvat onnur hildu, og at tey dugdu betur at gera tað, sum er rætt. Sosialir miðlar við glansmyndum av kjarnufamiljuni, har alt er perfekt, eru við til at skapa henda ótryggleikan, sigur Hatfield.

Fyri at byggja sjálvsálitið hjá foreldrum upp, heldur Hatfield, at tað hevur týdning at hava álit á búkkensluni. Hann undirstrikar, at tað ikki altíð snýr seg um at leita eftir ráðum í granskingini, men føla foreldur, at trupulleikarnir við atburðinum hjá børnum vaksa, er tað umráðandi at søkja hjálp og ráð.

Ikki í samsvari við samtíðina

Ole-Jacob Madsen er professari í sálarfrøði við Universitetið í Oslo. Hann hevur lisið nýggju kanningina, har lærarar samanbera næmingar í dag við næmingar fyri 20 árum ella so síðan. Hann heldur, at tað er umráðandi at lurta eftir lærarunum, men at slíkar samanberingar kunnu vera vandamiklar.

– Tá ið tú biður onkran hyggja aftur og hugsa um støður fyri langari tíð síðan, fært tú nógvar «tað var nógv betri fyrr»fatanir. At fólk kenna seg ikki at vera í samsvari við samtíðina. Tað eru tað nógv vaksin, sum gera, sigur Madsen.

– Tað er næstan automatikkur í hugsanini, at okkara egna ættarlið er tað síðsta ordiliga ættarliðið. Um tú annaðhvørt heldur, at tað fer fram eitt moralskt slit millum dagsins ungu, sum ættarlið áður hava hildið, ella at dagsins ungu eru ikki nóg robust, sum nógv í dag halda. Tað er vanligt fyri foreldraættarlið fyrr at siga, at tey høvdu nógv fleiri reglur og settu nógv fleiri mørk – og at alt í dag er loyvt, sigur Madsen.

Hevur uppaling so nógv at siga?

Hvat sigur ymisk gransking um ymiskar foreldrahættir, og um hvussu hesir ávirka børnini? Sambært einum samandrátti, sum Fólkaheilsuinsituttið hevur gjørt, hava autoritativ foreldur – sum eru kærleiksfull og stuðlandi, men kortini týðilig – tey børnini, sum trívast best, og sum hava bestu sálarheilsuna. Tá ið talan er um tann eftirgevandi háttin, sum lærarar finnast at og sum hevur lítlan kærleika og fá mørk – eru misjøvn úrslit. Madsen heldur, at vit leggja ov nógv í effektina av foreldraháttum.

– Sjálvandi er tað áhugavert, hvussu vit eru sum foreldur. Men sannlíkt hevur tað ikki so nógv at siga fyri, hvussu børnini verða, sigur hann

Madsen vísir til kenda sálarfrøðingin Robert Plomin. Gransking hjá honum vísir, at børn blíva, sum tey blíva, í høvuðsheitum av ílegum – tey verða fødd við persónligheit og kenslulagi.

Plomin heitir á foreldur um at taka tað róligt.

– Sjálvandi kunnu skaðilig umhvørvi ávirka menningina hjá einum barni. Men tá teir grunnleggjandi tørvirnir verða nøktaðir, so sum kærleiki, umsorgan, klæði og matur, so er tað nógv, sum bendir á, at foreldrahátturin ikki hevur so nógv at siga, sigur Madsen.

Stórur ivi

Eivind Ystrøm er eisini professari og sálarfrøðingur við Universitetið í Oslo. Hann heldur eins og Madsen, at tað er óvist, hvussu nógv foreldraháttur ávirkar børn.

– Foreldur kunnu hava stóra ávirkan á børnini, sigur hann.

Tey yngstu verða mest ávirkað av foreldrunum, meðan ungdómur verður líka nógv formaður av umhvørvinum, tey eru partur av, sambært honum.

– Kortini bendir gransking á, at tað ber ikki til at greiða frá individuellum atburði út frá, at foreldur hava ymsar hættir at uppala, sigur Ystrøm.

–      Tað merkir ikki, at tað ikki hevur týdning, men eg ivist í, at tað hevur so nógv at siga fyri eitt heilt ættarlið, sigur hann.

Hann setir spurnatekn við, um tað eru lærarar ella foreldur, sum eru broytt.

-       Tað kann vera eitt sindur av báðum, sigur hann.

Hetta eigur at verða meiri granskað, heldur Ystrøm.

Eru nøgd við foreldrini

Ystrøm vísir til ungdátukanningarnar Ungdata-undersøkelsene, har tað kemur fram, at ungfólk sum heild hava tað gott í dag. Viðurskiftini millum foreldur og børn eru nógv bøtt síðstu árini. Í dag siga 86 prosent av ungfólki, at tey eru nøgd við foreldur síni. Umleið níggju av tíggju hava ein fortróligan vin, og 83 prosent trívast væl í skúlanum. Samstundis sigur 82 prosent, at tey keða seg.

Er tað í grundini nakar, sum vil aftur til tíðina, tá foreldur vóru autoriter og ikki høvdu góð viðurskifti við børn síni, spyr Ystrøm.

– Spurningurin er, um vit kunnu fáa í posa og sekk, altso at øll eru nøgd, bæði foreldur, lærarar og børn.

Støðan nógv at siga fyri foreldraháttin

– Støðan foreldrini eru í hevur nógv at siga fyri, um mann er autoritativt, eftirgevandi ella autoritert foreldur, sigur Madsen.

– Eg haldi, at tey flestu hava royndir við, at mann í einstøkum støðum og einstakar dagar kann hava stórt tol og vera pedagogiskur, tí mann hevur yvirskot. Meðan mann aðrar dagar kanna hava nógv minni, tí mann hevur sovið lítið, skeldast við makan ella er stressaður um støðuna á arbeiðsplássinum.

Madsen heldur, at vit eiga at tosa um, at fólk hava ymiska orku at vera foreldur.

– Foreldur liva ógviliga ymisk lív. Summi hava stórt bakland, summi ikki, summi hava fleiri arbeiði, kanska tey duga málið illa, hava rústrupulleikar, fíggjarligar trupulleikar ella eru strongd, og tað ávirkar lívið hjá børnum og ungum.

– Tað eru ógviliga stórir munir, tá ið vit tosa um møguleikarnar at vera góð foreldur, sigur hann.

– Kann stríða ímóti náttúruni at vera strangur

Sambært bæði Johannes Hatfield og lærarunum eiga foreldur at sleppa eftirgevandi háttinum at vera foreldur og flyta seg yvir at vera meiri autoritativ.

– Hví eiga foreldur at broyta seg? Eiga tað ikki heldur at vera skúlarnir, sum tillaga seg til dagsins næmingar?

– Nei, tað haldi eg ikki, at teir eiga, sigur Hatfield.

– Tað er vantandi mørk, sum elva til ótryggleika og ørkymlan hjá børnum. Og tað er hetta, sum børn líða undir.

– Um mann í útgangsstøði ikki er ein autoritativur persónur, eigur mann kortini at broyta seg at gerast góð foreldur?

– Tað kann virka at stríða ímóti eins egnu natúr hjá summum at gerast strang og konsekvent foreldur, men eg haldi, at tú gert tær sjálvum eina stóra tænastu, um tú fylgir granskingini á økinum, sigur Hatfield.

Samstundis eigur tað at vera eitt bleytt skifti, sigur hann.

– Tað kann virka ógviliga ørkymlandi hjá børnum, sum eru vaksin upp við eftirgevandi foreldrum, sum við eitt gerast strang og autoritativ.

Um kanningina

Til samans 812 lærarar úr fólkaskúlum og miðnámsskúlum í Noregi hava svarað spurningum. Lærararnir hava arbeitt í minsta lagi 20 ár.

Teir svaraðu spurnablaði og fingu spurningin: «Hvat heldur tú eru størstu munirnir millum næmingar, sum tú undirvísir í dag samanborið við fyri næmingum, tú undirvísti fyri 20 árum síðan.»

Kelda: forskning.no