Tíðindi

Tørvar enn størri vitan um konfliktir

27.08.2026
Tá ið tosað verður um konfliktir, hevur tað týdning at vera tilvitað um konstruktivt at fyribyrgja, at konfliktir vaksa og skapa vitvísa niðurtrapping. Her ber til at gagnnýta tilfeingið, tær kunnu geva, og fáa oyðileggjandi megina, tær kunnu hava, at fána ella heilt hvørva, sigur Assa Færø, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík.

Seinasta árið hevur Assa Færø verið lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, har ein av staklærugreinunum hevur heitið Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum. Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær vitan um, hvat konfliktir eru og hvussu tær virka, og harvið fáa innlit í, hvørjar reaktiónir eru viðkomandi fyri konfliktir. Tann lesandi tekur støði bæði í sær sjálvum og námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum.

- Við støði í tí, sum vit hava lært, hevði tað verið áhugavert at vita, um vit kundu givið næmingunum hesa somu vitanina, so tey kunnu læra okkurt um ymisku toganina í konfliktum. At læra at vera í konfliktini umframt at síggja hana sum eitt, sum kann gera okkum sterkari og vísari og læra okkum at tosa betur saman og at samráðast.

Samstundis sum Assa Færø setir fram ynskið um at geva næmingunum nýggjar og viðkomandi førleikar í konfliktfatan og handfaring, viðurkennir hon, at skúlar enn ikki hava nóg nógvar lærarar við førleikum í konfliktfatan til at seta íverk eina slíka mannagongd.

- Tað hevði verið áhugavert at tikið næmingarnar inn í eina tilgongd, har tað gerst eitt tilvitað val av amboðum, sum vit saman brúka og skilja. Men sum eg kenni tað í løtuni, so veit eg ikki enn, hvussu vit kunnu skipa didaktiskar tilgongdir til konflikthandfaring millum børn og ung. Hetta haldi eg vera neyðugt og ein spennandi møguleiki, sum liggur har úti einastaðni, og um vit fyrihalda okkum til og duga betur at síggja konfliktir sum eina lívstreyt, so koma vit við tíðini vónandi fram til eina sunna tilgongd við eini skilagóðari mannagongd.

Tað er spennandi at vera saman við og at arbeiða saman við fólki, heldur Assa Færø, sum í hennara føri er ein sera samansettur hópur av fólki av starvsfelagum, næmingum, foreldrum og øllum teimum, sum annars koma inn um skúlagátt.

- Hóast eg kenni, at eg havi nógv eftir at læra, so hevur skeiðið gjørt, at eg gerist meira tilvitað og eri betur ílatin. Eg taki alt hetta við mær til arbeiðis og inn í flestu støðurnar. Eg reflekteri øðrvísi um og í støðunum, sum eg komi í. Og eisini í støðunum, sum næmingarnir koma í.

- Konfliktir eru jú ymiskar. Eg kann lesa gransking og tosa um konfliktir, men tá ið eg standi í støðuni, so síggi eg veruliga, hvat tað er. Eg eri nú betur før fyri at eftirmeta og síggja, um eg kundi havt gjørt okkurt annað ella okkurt øðrvísi. Tí meira vit vita, lættari gerst tað spontant at vera faklig, soleiðis skilt, at vit skjótari gerast greið yvir, hvat vit kunnu gera, og hvat skilagott er at gera.

Nú Assa Færø hevur tikið tvey skeið í konflikt og konfliktfatan, sær hon tað sum ein fyrimun, at onnur á Skúlatrøð eisini hava tikið sama skeið.

- Tá ið vit eru fleiri úr sama skúla á sama skeiði, kunnu vit tosa saman um tilfar, gransking, práta um tað, vit lesa, og geva aftur til skúlan. Her vera vit heldur ikki einsamøll, tá ið vit einaferð vónandi fara at kenna okkum til reiðar at seta í verk eina mannagongd, har vit fáa enn fleiri við. Vit eru jú ymisk sum menniskju og tí eisini ymisk í konfliktstøðum. Her er ymisleikin ein fyrimunur. Nú eg eftir summarfrítíðina haldi fram á triðja skeiðnum, gleði eg meg at læra enn meira, hóast eg longu veit, at eg havi lært eina rúgvu.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2026.