Tíðindi
Ov stór frávera? Summir næmingar fáa hjálp ov seint
Stór skúlafrávera er vorðin heitt evni síðstu árini. Politikarar, skúlar, ymisk ráðgeving og miðlar stúra fyri gongdini. Men hvat er tað í grundini, sum ger, at summi børn og ung halda uppat við at ganga í skúla? Og hví er tað so trupult at hjálpa teimum aftur í skúla? Tað hevur Selina Eckhoff Hamadi hugt nærri at í doktararitgerð síni við Universitetið í Stavanger.
Næmingarnir vilja ganga í skúla, men megna tað ikki
Í granskingini hevur Hamadi kannað, hvussu álvarsom skúlafrávera kemur í, hvussu hon veksur og verður takklað í fólkaskúlanum. Hon hevur tosað við ungfólk, sum hava verið nógv burtur úr skúla – og við fakfólk, sum arbeiða tætt saman við næmingunum.
– Eg havi sæð, hvuss fráveran byrjar, hvussu næmingarnir uppliva hana, og hvussu hjálpin frá skúlum og øðrum tænastum virkar í verki, sigur Hamadi.
Hon leggur áherðslu á serliga eini viðurskifti.
– Skúlafrávera snýr seg næstan ongantíð um, hvat næmingurin vil. Hon snýr seg um, hvat næmingurin ikki megnar.
Granskari samrøðu við tíggju ungfólk
Hamadi hevur havt samrøðu við tíggju ungfólk í aldrinum 12 til 22 ár, sum hava havt sera nógva fráveru. Harafturat hevur hon tosað við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Felags fyri nógv av ungfólkunum var, at fráveran byrjaði so líðandi. Ein keðilig uppliving gjørdist til fleiri, og at enda var gáttin at møta í skúla alt ov høg.
– Nógv tosaðu um happing, vánaligar relatiónir til lærarar og vantandi stuðul í skúlanum, sigur Hamadi.
Happing størsta orsøkin
Eitt av ungfólkunum lýsir tað soleiðis:
«Tað var fyri tað mesta happingin, sum gjørdi, at eg so við og við helt uppat at møta upp í skúlanum.»
Nógv stríddust eisini við ymiskt sálarligt, so sum angist og tunglyndi. Summi høvdu nevromenningarórógv sum so ADHD ella autismu, sum gjørdi skúladagin eyka krevjandi. Nógv lýstu ein sterka kenslu at vera uttan fyri felagsskapin – ikki at passa inn og ikki at verða skilt ella skiltur.
Hjálpin kom, tá tað longu var ov seint
Eitt av tí týdningarmesta, sum verður staðfest í kanningini, er, at hjálpin ofta kemur alt ov seint.
– Nógvir næmingar søgdu, at tað tók ógviliga langa tíð, áðrenn skúlin tók fráveruna í álvara, sigur Hamadi.
Ofta vóru tiltøk ikki sett inn, fyrr enn næmingurin hevði verið burtur í mánaðir – ella ár. Tá var tað nógv verri at fáa næmingin aftur í skúlastovuna. Samstundis sá granskarin stórar munir millum skúla og eisini millum lærarar í sama skúla.
– Hvussu stúranirnar verða fráboðarar, og hvussu frávera verður takklað, kann treytað ógviliga nógv av persónum. Nógvum starvsfólkum vantar tíð, vitan og orku at arbeiða fyribyrgjandi, sigur hon.
Summi tiltøk gjørdu støðuna verri
Tá ið hjálpin endiliga kom, høvdu nógv ta uppliving, at tiltøkini, sum vóru sett í verk, ikki vóru tey røttu til ávísa barnið. Øll ungfólkini í kanningini fingu tilboð um undirvísing í bólkarúmum ella smáum bólkum. Tað førdi ofta til, at tey komu oftari í skúla – men samstundis til at tey vórðu meiri avbyrgd.
– Hjá nógvum var hetta orsøkin til, at vegurin aftur í skúla í vanligu skúlastovuna gjørdist longri, sigur Hamadi.
Næstan allir næmingarnir endaðu við at fáa alternativar møguleikar at koma aftur í skúla – síðst í fólkaskúlatíðini.
Summi fingu ov stóra ábyrgd, summi ov lítla
Kanningin vísir eisini, at skúlarnir hava ógviliga ymiska tilgongd til problematikkin. Summi løgdu dent á inkludering, og at næmingarnir so við og við komu aftur í flokkin. Aðrir løgdu størsta dentin á tiltøk at minka um strongdina hjá einstaka næminginum – við at verja næmingin frá flokkinum. Tað førdi við sær, at ymsu næmingarnir høvdu ógviliga ymiska ávirkan á egna skúlagongd. Summir fingu ov stóra ábyrgd, summir ov lítla.
– Summir høvdu kensluna av aldri at hava verið nóg nógv trýstir aftur í skúla. Aðrir føldu seg noyddar at taka við loysnum, sum teir ikki hildu fóru at hjálpa, sigur Hamadi.
Nógv detta ímillum fleiri stólar
Ein annar stórur trupulleiki er vantandi samstarv millum tey ymisku rundan um skúlan. Bæði næmingar og fakfólk vísa á ymisk ábyrgdarøki millum skúla, heim, tænastur og onnur.
– Tá ið fráveran verður stór, og næmingurin stórtsæð er heima, kann tað vera trupult hjá skúlanum og tænastum at koma inn í myndina, sigur Hamadi.
Nógvir næmingar og nógv foreldur kenna seg einsamøll
Skúlarnir royna ofta at taka ábyrgd fyri meiri enn tí, teir hava heimild til. Tað kann vera foreldravegleiðing ella undirvísing heima – bara fyri framhaldandi at hava samband við næmingin. Hetta samsvarar eisini við aðra gransking, sum vísir, at foreldur ofta kenna seg slept upp á fjall, tá ið barnið er nógv burtur úr skúla.
Men hvat er tað, sum kann hjálpa næmingum, sum eru ógviliga nógv burtur úr skúla?
Tryggar relatiónir nógv at siga
Ungfólkini í kanningini vóru ikki í iva um, hvat hjálpti teimum best:
- Tryggar relatiónir til vaksin.
- At vita greitt, hvat er á skránni hvønn dag.
- Fleksiblar loysnir, sum kunnu lagast til teirra støðu.
– Tiltøk, sum tóku støði í relatiónum, fleksibiliteti og fatan fyri støðuni hjá barninum, hjálptu best, sigur Hamadi.
Hon heldur, at granskingin vísir, hvussu umráðandi tað er at varnast trupulleikan tíðliga – áðrenn fráveran verður ov stór og fær fastatøkur.
– Vit mugu lurta eftir royndunum hjá ungfólkunum og taka tær í álvara, reagera fyrr og gera tiltøk, sum rigga til hvønn einstakan, sigur hon.
Skúlafrávera eigur at verða sett í samanhang
Hamadi heldur, at loysnirnar ikki eru at finna í bara einum einstøkum hátti, men heldur í betri samstarvi og at hugsa allan problematikkin í eini heild.
– Skúlafrávera er kompleks. Tí tørvar okkum skipanir, sum hanga saman, sigur hon.
Tá ið tiltøk verða sett inn tíðliga, tá ið næmingurin kennir seg sæddan, og tá ið tey vaksnu, sum eru um næmingin, samstarva, kann nógv broytast. Tryggar relatiónir og betri samskipan millum skúlan og allar tænasturnar, sum eru til taks, eru heilt avgerandi fyri, at tað, sum verður sett í verk, hjálpir, sigur Hamadi.
Kelda: forskning.no
Savnsmynd
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?