Tíðindi

Lítliskúli 10 ár

26.08.2026
Mánadagin 15. august í 2016 læt Lítliskúli, frískúli og frítíðarskúli í Havn á fyrsta sinni hurðarnar upp. Føðingardagurin verður hátíðarhildin fríggjadagin 28.august.

Rættur veistludámur verður fríggjadagin 28.august á Hoyvíksvegi 56 b við tónleikaframførslum, kórsangi og felagssangi, báli og drekkamunni.

Vit vóna, at nógv tykkara vilja taka tykkum stundir at koma framvið at heilsa upp á okkum. Øll eru vælkomin - bæði fyrrverandi og núverandi næmingar, foreldur, starvsfólk og stýrislimir, øll áhugað og forvitin - stór sum smá. Vit vóna, at tú/tit hava stundir og hug at koma at heilsa uppá okkum, verður sagt í innbjóðingini.

Hálvan august í 2016 byrjaðu 25 børn í ávikavíst forskúla og 1., 2. og 3. flokki í skúla og frítíðarskúla. Nógv er hent síðani. Næmingatalið er hækkað, starvsfólkahópurin øktur, og skúlans karmar nakað broyttir – men leisturin fyri skúla- og frítíðarskúlavirksemið er hitt sama: Flokkarnir telja enn í mesta lagi 16 næmingar.

Lítliskúli hevur útiskúladag hvørja viku, 5 evnisvikur um árið, næmingarnir fáa mat hvønn dag, kvirra og morgunsangur eru hvønn dag - júst sum vit halda tað eigur at vera. Og enn ljóðar eitt ”góðan morgun” frá tí vaksna á beinkinum í gongini, tá tú trínur inn í skúlan áðrenn skúladagurin byrjar.

Fríggjadagin 28. august verður hátíðarhildið, at Lítliskúli fyllir 10 ár á móttøku kl.14.00 - 16.00.