Tíðindi

Hvussu verja vit børn og ung móti skaðiligari ávirkan á alnetinum?

27.08.2026
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr í munnligum fyrispurningi á tingi Bárð á Lakjuni, landsstýrismann við skúlamálum, hvussu hann ætlar at fremja ætlanina í samgonguskjalinumum at verja børn og ung móti skaðiligari ávirkan á alnetinum, og nær ítøkilig átøk kunnu væntast.

Verður arbeitt við aldursmarki ella øðrum avmarkingum á sosialum miðlum og øðrum netpallum fyri børn og ung, og verður arbeitt saman við hinum Norðurlondunum um felags loysnir á økinum? Tað vil løgtingsmaðurin eitt nú hava at vita. Hann sigur í viðmerking til spurningin, at í samgonguskjalinum verður dentur lagdur á at verja børn og ung móti skaðiligari ávirkan á alnetinum.

- Alt fleiri lond seta spurnartekn við, um børn og ung eiga at hava óavmarkaða atgongd til sosialar miðlar og annað innihald á netinum. Serliga verður víst á, hvussu sosialir miðlar og algoritmur kunnu ávirka trivnaðin og sálarheilsuna hjá børnum og ungum. Higartil hevur nógv verið lagt upp til upplýsing og ábyrgd hjá foreldrum og tí einstaka. Men samstundis verður alsamt meira kjak um, hvørja ábyrgd myndugleikar og stóru netpallarnir eiga at hava, og um tørvur er á greiðari reglum og aldursmørkum. Tað kann tykjast undarligt, at vit verja børnini móti ikki at nýta ávísar vørur í handlum. Seta aldursmark á ymiskt ósunt og óhóskandi, men at vit ikki hava stórvegis almennar reguleringar av alnetinum fyri børnini. Málið hevur eisini eina føroyska síðu. Børn og ung brúka stóran part av tíðini á pallum, har føroyskt mál og føroyskt tilfar hava lítla rúmd. Tí verður spurt, hvussu langt arbeiðið er komið at fremja ætlanina hjá samgonguni og skapa tryggari talgildar karmar fyri børn og ung.