Tíðindi
Hvønn týdning hava fremmandamál í fólkaskúlanum?
Spurningarnir hjá løgtingskvinnuni eru:
Hvønn týdning heldur landsstýrismaðurin, at fremmandamál hava í fólkaskúlanum? Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at styrkja fremmandamálini í fólkaskúlanum? Og kann vandi vera fyri, at týskt og fremmandamál vikna, nú tá ið týskt sum upptøkukrav verður strikað til hugbreyt á miðnámi?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur løgtingskvinnan:
„Føroyingar eru langt fremstir av øllum at lesa, skilja og tosa hini norðurlendsku málini.“ Tað staðfesti Norðurlandaráðið í eini kanning av málsligum førleikum í Norðurlondum.
Sum smátjóð hava Føroyar altíð verið vendar út í heim. Vit hava verið noydd at læra mál, ogna okkum vitan og skilja tað, sum fyriferst rundan um okkum. Hesir førleikar hava verið ein styrki hjá okkum og hava givið føroyingum góðar fortreytir at virka uttanfyri landoddarnar. Tí er viðkomandi at spyrja, hvussu vit varðveita og styrkja henda fyrimunin.
Fremmandamál geva ikki bara møguleika at samskifta við fólk úr øðrum londum. Málkunnleiki gevur eisini innlit í aðrar mentanir og samfeløg og kann styrkja málsliga tilvitið hjá næmingum. Tí hevur tað týdning, at børn og ung fáa góðar fortreytir at ogna sær fremmandamál í fólkaskúlanum.
Í vikuni gjørdist kunnugt, at kravið um týskt sum upptøkutreyt til hugbreyt á miðnámi verður strikað, eftir at tað hevur verið royndarkoyrt síðan 2023. Tó er ikki greitt, hvørji átøk verða sett í verk fyri at styrkja týskt ella onnur fremmandamál sum heild. Tí tá ið týskt ikki longur er upptøkukrav, kann tað fáa ávirkan á, hvussu nógv velja týskt í fólkaskúlanum.
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?