Tíðindi
Hvønn hugburð hava vit til tey, sum flyta til Føroya?
Í 2024 fingu 11 fólkaskúlalærarar diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Ein teirra er Durita J. Jacobsen, sum er fegin um møguleikan, hon fekk, at nema sær vitan um frálæru í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum hon viðurkennir, at útbúgvingin læt eygu hennara upp fyri uppgávuni, sum í sjálvum sær er nakað størri og meira samansett, enn hon frá byrjan hugsaði.
- Útbúgvingin sum lærari í føroyskum sum annaðmál er ein breið útbúgving, sum sjálvsagt snýr seg um læring og føroyska málið, men eisini um mong onnur viðurskifti, so sum spurningin, hvussu vit betur kunnu fevna tilflytarar, so teir lættari gerast partur av samfelagnum. Hvussu vit kunnu leggja okkum eftir at skilja mentan teirra, hvørja bakgrund tey hava, og hvørjar førleikar tey hava at læra føroyskt. Eyguni vóru veruliga latin upp at síggja, at uppgávan at fevna tilflytarar ikki bara liggur í at læra tey føroyskt.
Durita J. Jacobsen vísir á, at eins og føroyskir næmingar í fólkaskúlanum eru ein samansettur hópur, sum væl ella minni væl megna fakliga og sosiala partin av at vera næmingur, so eru tilflytarar eisini tað.
- Næmingar í fólkaskúlanum er sera ymiskir, og sjálvsagt er sama galdandi fyri vaksin og børn, sum leita sær til Føroya úr øðrum londum. Millum hesar næmingarnar eru øll brigdini. Her eiga vit alsamt at leggja okkum í geyma bæði, hvussu vit skipa undirvísingina, og hvørjar fyritreytir næmingarnir, sum koma, hava fyri at læra.
Eitt er spurningurin um karmar at læra bókstavarað, ljóð á bókstavum, mállæru og føroyska skrivaða og talaða málið. Hitt er spurningurin, sum í veruleikanum hevur eins stóran týdning, sum er, hvønn hugburð føroyingar hava til tey, sum flyta til Føroya. Hvussu kunnu vit bjóða teimum við í felagsskapin, og hvussu gera vit teimum greitt, hvussu vit vilja, at tey gerast partur av fólkaskúlanum og samfelagnum í síni heild.
- Sum lesandi á Fróðskaparsetrinum varð millum annað spurt, um vit sum samfelag vilja integrera ella assimilera tey, sum flyta til Føroya. Tað er stórur munur á hesum ynskjunum og eisini á sjálvari tilgongdini. Tí um talan er um assimilering, so vilja vit, at tey gerast eins og vit, og at tey gloyma egið mál og egnan uppruna. Integrering er harafturímóti, tá ið vit vilja, at tey, tá ið tey koma til Føroya, fjálga um tað, tey longu hava og duga, men við tíðini taka okkara virði, mentan og mál og leggja tað aftrat tí, sum tey hava og eru.
Hetta hevur týdning, heldur Durita J. Jacobsen, tí størsta avbjóðingin er, um nú tilflytarar einki av okkara taka til sín.
- Onkuntíð taka tey, sum flyta til Føroya, einki av okkara til sín. Tá kann tað gerast ein trupulleiki, tí tá gerst mentanarsamanstoyturin sjónligur og ein avbjóðing fyri allar partar. Vit mugu minnast til, at tey flestu, sum flyta til Føroya, kenna lítið og einki til okkara viðurskifti. Einki politiskt krav er um, at tilflytarar skulu fáa kunning um okkara samfelagsligu viðurskifti. Kunningin, sum hevur alstóran týdning, er tøk í faldarum og á heimasíðum, men eingin vissa er fyri, at hon nær tilflytaranum og børnum teirra. Her hava lærarar, námsfrøðingar og stjórar ábyrgd og ein stóran leiklut, soleiðis at tilflytararnir fáa ein erligan møguleika at seta seg inn í viðurskifti okkara. Integrering hendir ikki av sær sjálvum; tað skal kunning og miðvíst arbeiði til.
- Ein føroyingar, sum flytur til Afrika, verður ongantíð afrikanari. Hann er føroyingur í Afrika. Sama er við einum afrikanara, sum kemur til Føroya. Hann er afrikanari í Føroyum. Tað er hetta, vit mugu skilja. Sjálvsagt eigur ynski okkara at vera, at tilflytarar verða integreraðir.
Ov ofta hugsa føroyingar, at tilflytarar bara skulu assimilerast, altso, at tey skulu gloyma alt sítt egna og einfalt gerast føroyingar, heldur Durita J. Jacobsen.
– Við hesum hugburði er stórur vandi fyri, at tey gerast samleikaleys, tí tey missa seg sjálvi burtur. Tað ynskir eingin, og tað gagnar heldur ongum, at vit fáa rótleysar tilflytarar. Sannroyndin er tann, at um vit føroyingar vísa áhuga fyri uppruna og mentan teirra, fara tey eisini at vísa okkum og okkara viðurskiftum áhuga og ans.
Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 3, 2026.
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?