Tíðindi

Fíggjarviðurskifti og útbúgving ávirka menningina hjá børnunum

28.08.2026
Er familjan illa fyri fíggjarliga, kunnu foreldrini vera undir trýsti, og tað kann hava týdning fyri læringina og atburðin hjá børnunum.

Gransking hevur áður víst á, at fíggarviðurskifti hjá familjuni og sosiala bakgrundin hava stóra ávirkan á, hvussu børn mennast og læra. Tvær nýggjar kanningar hava nú hugt nærri at hesum viðurskiftum í Noregi, sum annars er eitt land við góðari vælferðarskipan, sum vanliga verður hildið at minka um sosialar munir.

Úrslitini eru áhugaverd, tí sjálvt í Noregi er samband millum fíggjarviðurskiftini í familjuni og útbúgvingarstigið hjá foreldrunum samanhildið við menningina hjá børnunum.

Einastandandi dátur frá norskari kanning

Báðar tær nýggju kanningarnar byggja á dátur frá innsavnanini, sum eitur Barns sosiale utvikling. Tað er norsk kanning, sum hevur fylgt fleiri enn 1100 børnum frá tí, at tey vóru seks mánaðir gomul, til tey gingu í 9. flokki. Endamálið hevur verið at kanna, um tveir vælgrundaðir frymlar, sum lýsa sosiobúskaparligu støðuna hjá familjuni og menningina hjá barninum, eisini kunnu lýsa viðurskifti í Noregi:

  • Familjuíløgufrymilin (FIM)
  • Familjustrongdarfrymilin (FSM)

– Vit vildu kanna báðar frymlarnar fyri at síggja samband millum familjubakgrund og støðuna hjá familjuni í einum norskum samteksti, sum er eyðkendur av lutfalsliga lítlum sosialum ójavna og góðum vælferðarskipanum. Tað sigur Ane Nærde, granskari og verkætlanarleiðari á kanningini.

Tá orkan er lítil …

Familjuíløgufrymilin snýr seg um, hvussu nógva orku foreldur hava at brúka til menningina og læringina hjá barninum. Tað snýr seg ikki bara um fíggjarviðurskifti, men eisini um útbúgving, tíð, yvirskot og tøka orku. Slíkar íløgur kunnu vera gott virksemi, atgongd til bøkur og leikutoy og eitt trygt heimaumhvørvi. Granskararnir eygleiddu, hvussu foreldur og børn vóru saman undir spæli, meðan børnini vóru heilt lítil. Tey sóu eitt nú, hvussu foreldrini vóru partur av spælinum, og hvussu tey tosaðu við børnini í støðum, eitt nú um skap og litir.

Góð stimbran tíðliga ávirkar menningina

– Í hesi kanningini hava vit framúr góðar eygleiðingardátur, sum gera tað møguligt at kanna foreldur og børn í støðum við samspæli, sigur Nærde.

Granskararnir samanbóru frymilin við kodaðar videoeygleiðingar. Tað hevur við sær, at videobrot eru greinað skipað og eyðmerkt eftir ávísum treytum. Tað kom fram, at foreldur við lægri sosiobúskapligum statusi góvu minni kognitiva stimbran í slíkum støðum samanborið við onnur foreldur.

– Tað kann benda á, at summi av hesum børnum hava eitt minni stimbrandi heimaumhvørvi. Tá ið vit fylgdu børnunum yvir eina tíð, sóu vit eisini, at børnini, sum fingu minni stimbran frá foreldrunum tíðliga í lívinum, kláraðu seg verri í kanningum, sum testaðu menningina hjá barninum um fýra ára aldur, sigur Nærde.

Strongd hjá foreldrunum kann ávirka atferðina hjá barninum

Hin kanningin tók støði í familjustrongdarfrymlinum. Tann frymilin lýsir, hvussu fíggjarligt trýst kann føra til, at foreldrini gerast strongd. Stúranir fyri rokningum og ótryggleika rundan um fíggjarviðurskiftini kunnu økja um vandan fyri angist, tunglyndi og strongd. Strongd ávirkar eisini, hvussu foreldrini eru foreldur. Minni yvirskot kann føra til, at tú ert illsintari, meiri irriteraður og strangari og hevur minni tol at møta børnunum. Í kanningini sóu granskararnir eitt nú, at foreldrini vóru ógviliga strang, og at tað var vanligt at skelda og tosa hart ella rætta upp á børnini, eisini við at taka í tey.

Fíggjarlig strongd kann føra til angist og tunglyndi

Hóast bara 11 prosent av foreldrunum upplýstu, at tey vóru fíggjarliga sperd, tá ið børnini vóru smá, sóu granskararnir samband millum mátan foreldrini vóru foreldur yvir eina tíð. Pápar, sum kendu seg at vera fíggjarliga undir trýsti, tá barnið var um eitt ára gamalt, søgdu frá fleiri eyðkennum um angist og tunglyndi og eisini meiri strongd av at vera foreldur.

Strongd av at vera foreldur, meðan børnini vóru smá, var aftur sett í samband við meiri fysiska aggressiva atferð hjá børnunum, tá tey vóru um fýra ára gomul. Dømi um tað kundi vera at sláa, bíta ella skumpa.

– Vit kunnu ikki siga við vissu, at fíggjarligt trýst førir til, at børnini fáa eina útvirkna atferð, men tá ið vit fylgja foreldrunum yvir so langa tíð, síggja vit, at fíggjarligt trýst hjá foreldrunum, strongd hjá foreldrunum og mátin foreldrini eru foreldur hava ávirkan á, hvussu atferðin hjá børnunum er, sigur Agathe Backer-Grøndahl, granskari.

Hvat hevur hetta at siga fyri børn í dag?

Tað, sum kemur fram í kanningini, gevur okkum gott innlit í, hvussu útbúgving, fíggjarviðurskifti og strongd ávirka menningina hjá børnum – eisini í einum samfelag við góðum vælferðarskipanum, halda granskararnir.

Noreg hevur nógvar góðar skipanir til familjur at útjavna sosialar munir. Eitt nú goldið foreldrafarloyvi, fríloyvi til barnagarðar, ókeypis heilsuveitingar, barnatrygd og rímiliga bílig ella ókeypis tilboð til frítíðarvirksemi.

Hóast hesar skipanir vísa nýggju kanningarnar, at samband er millum sosiobúskaparligu støðuna hjá familjuni, tá ið børnini eru smá, og menningina hjá teimum seinni.

– Í Noregi eru sosialu munirnir bara blivnir størri. Børnini, sum vit hava fylgt í kanningunum, eru fødd, áðrenn hesir munirnar gjørdust so stórir. Tað ger, at tað, sum kemur fram í kanningunum, er uppaftur meiri viðkomandi, sigur Nærde.

At styrkja sálarheilsuna hjá foreldrum stóran týdning

Kanningarnar vísa, at vánalig fíggjarviðurskifti hjá familjum ávirka meiri enn lummapengarnir. Tey kunnu ávirka sálarheilsuna hjá foreldrum, sum aftur kann ávirka, hvussu foreldrini eru foreldrini, eitt nú óneyðuga strang. Familjur við lítlari orku hava eisini avmarkaðar møguleikar at bjóða eitt stimbrandi umhvørvi at vaksa upp í. Við tíðini kann tað ávirka, hvussu børn læra, trívast og mennast, siga granskararnir.

Tí hava stuðulsskipanir og tiltøk, sum styrkja sálarheilsuna hjá familjum, stóran týdning, leggja teir áherðslu á.

Minni strongd gevur meiri orku – og betri fortreytir at vera saman við børnunum.

– Úrslitini í kanningunum gera tað greitt, at sjálvt í Noregi við so góðum fortreytum, mugu vit áhaldandi arbeiða við at minka um sosialar munir. Tað snýr seg ikki bara um at gera íløgur í umhvørvið hjá børnum at vaksa upp í, men eisini um at stuðla foreldrum, sum standa í krevjandi støðum, sigur Nærde.

– Tá foreldrini kenna seg trygg og hava yvirskot, økjast møguleikarnir hjá børnunum at mennast, sigur hon.

Kelda: forskning.no

Savnsmynd: unsplash.com