Tíðindi

Er landsstýrismaðurin samdur við stjóranum í Undirvísingarstýrinum?

27.08.2026
Stjórin í Undirvísingarstýrinum gjørdi í tíðargrein herfyri vart við, at vit í Føroyum ikki áttu at havt skúlar við færri enn áleið 100 næmingum. Ruth Vang, løgtingskvinna, spyr nú landsstýrismannin við skúlamálum, Bárð á Lakjuni, í munnligum fyrispurningi á tingi um hann er samdur við stjóranum í Undirvísingarstýrinum, at tað gagnar hvørki næmingum, lærarum ella skúlaverkinum sum heild, at vit hava so nógvar og so smáar skúlar.

Kunnu vit vænta, at landsstýrismaðurin fer at taka ráðini frá stjóraranum til eftirtektar og arbeiða fyri broytingum? Tað vil Ruth Vang, løgtingskvinna, vita. Hon hevur í dag sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning um tl og stødd á skúlum kring landið. Spurningarnir eru:

Er landsstýrismaðurin samdur við stjóranum í Undirvísingarstýrinum, at tað gagnar hvørki næmingum, lærarum ella skúlaverkinum sum heild, at vit hava so nógvar og so smáar skúlar? Kunnu vit vænta, at landsstýrismaðurin fer at taka ráðini frá stjóraranum til eftirtektarog arbeiða fyri broytingum?

Stjórin í Undirvísingarstýrinum grundgevur við, at smærri skúlar eru meiri viðbreknir, bæði tá ræður um næmingar og starvsfólk. Teir geva fleiri avbjóðandi skúlaskifti hjá næmingunum og títtari skifti í leiðslum. Tað er trupult at fáa sett lærarastørvini í smærri skúlunum, umframt at smáu setanareindirnar økja um stóru avbjóðingina við tíðaravmarkaðum setanum.

Stýrisstjórin vísir samtíðis á, at ein loysn kundi verið at latið aftur teir allar minstu skúlarnar, meðan teir við eitt sindur fleiri næmingum kundi verið lagdir saman í eindir, soleiðis at skúlin varð varðveittur, tó í eini størri bygnaðarligari eind. Hann mælir til, at 20 av teimum 39 skúlunum kring landið verða latnir aftur ella lagdir saman við øðrum skúlum. Áður er tal og stødd á skúlum kring landið viðgjørt sum liður í at fáa skynsamari rakstur í almenna geiran, men stjórin í Undirvísingarstýrinum vísir í greinini á, at størri skúlar høvdu gagnað fyrst og fremst næmingunum, umframt lærarum og skúlaverkinum sum heild.