Tíðindi

Børn, sum eta ósunt, eru meiri órólig

14.08.2026
– Tað er so týðiligt samband millum tað, vit eta, og hvussu vit hava tað í kroppi og sinni, at vit mugu tosa um tað, sigur professari.

Fýra ára gomul, sum eta nógv søtmeti (snack), hava fleiri tekin um angist, vreiði og trupulleikar við at hugsavna seg. Granskarar við Universitetið í Adger (UIA) síggja longu hjá fýra ára gomlum greitt samband millum tað, sum børn eta, og sálarheilsuna hjá teimum. Børn, sum eta nógva frukt og nógv grønmeti, vísa færri tekin um angist og órógv. Tey, sum eta nógv søtt og salt, vísa meiri útvirkna atferð.

– Tað er so týðiligt samband millum tað, vit eta, og hvussu vit hava tað í kroppi og sinni, at vit mugu tosa um tað, sigur Nina Cecilie Øverby, professari við UiA.

Saman við starvsfelagunum Christine Helle og Elisabet Rudjord Hillesund hevur hon kannað tað, sum 363 fýra ára gomul í Noregi eta og atferðina hjá teimum.

Meiri frukt, færri trupulleikar

– Kanningar av sambandinum millum mat og sálarheilsu eru fleiri av, men tær flestu snúgva seg um ungfólk og vaksin. Tá talan er um smábørn, hevur vitanin verið lítil, sigur Hillesund.

Foreldini í kanningini hava greitt frá, hvussu ofta børnini eta ymiskar matvørur. Samstundis er atferðin hjá børnunum kortløgd við spurnarblaði, sum mátar tvey sløg av trupulleikum:

Internaliserandi atferð, so sum angist, at vera keddur og taka seg aftur, og eksternaliserandi atferð, so sum vreiði, órógv og trupulleikar við at hugsavna seg.

– Jú oftari børnini ótu frukt og grønmeti, jú lægri skoraðu tey, tá talan var um bæði sløgini av útvirknari atferð.

Børnini, sum ótu nógv søtmeti og saltar matvørur, vístu fleiri tekin um útvirkna atferð.

– Effektin av ósunnum mati var í grundini størri enn verjandi effektin av frukt og grønmeti, sigur Hillesund.

Fleiri frágreiðingar

Hví er samband millum kost og sálarheilsu longu í barnagarðsaldri? Granskararnir vísa á fleiri møguligar frágreiðingar. Øðrumegin innihalda frukt og grønmeti føðsluevni, so sum andiltevni (antioksidant), folat og mineral. Hesi kunnu verja heilan fyri bruna og oksidativa strongd. Søtmeti og feitt kunnu hinvegin ávirka plastisitetin í heilanum negativt í økjum, sum hava týdning fyri sálarheilsuna. Men sjálv frágreiðingin kann eisini vera í sjálvari máltíðini.

– Grønmeti eta vit ofta til døgurða. Felags familjumáltíðir hava nógv at siga fyri góðskuna av kostinum, men eisini fyri lívsdygdina og fyri hvussu vit trívast, sigur Øverby.

Løtumynd

Kanningin er ein tvørskurðarkanning. Tað vil siga, at granskararnir hava eina løtumynd og tí ikki kunnu siga við vissu, hvør orsøkin er, ella hvat ávirkar.

– Tað er upplagt at hugsa, at tað er meiri freistandi hjá foreldrum at geva krevjandi børnum søtmeti heldur enn at ugga tey ella geva eftir fyri trýsti, sigur Hillesund.

Granskararnir halda kortini, at tað er mest sannlíkt, at tað er kosturin, sum ávirkar børnini. Teir hava tillagað ymiskar faktorar, sum annars kundu forklárað samanhangin, eitt nú fíggjarstøðuna og útbúgvingarstigið hjá familjuni.

– Sálarheilsan hjá mammuni er týðandi faktorur fyri, hvussu børnini hava tað við seg sjálv, men tað hava vit eisini lagt upp fyri, sigur Helle.

Matur sum fyribyrging

Sálarligir trupulleikar eru ein stór heilsuavbjóðing í samfelagnum. Tá talan er um tannáringar í Noregi, hevur ein av fimm gentum og ein av tíggju dreingjum stórar sálarligar trupulleikar. Gransking bendir á, at trupulleikarnir, sum vísa seg tíðliga, ofta fylgja barninum.

– Tað hevur stóran týdning at seta inn tíðliga og fyribyrgja, sigur Helle.

Granskararnir halda, at úrslitini stuðla arbeiðinum fyri fólkaheilsu, sum longu verður gjørt, men vísa eisini á, at meiri átti at verið gjørt.

Kostur týdning fyri sálarheilsuna her og nú

Granskararnir taka fram máltíðir í barnagarðinum, kostráðgevingina í heilsumiðdeplum, stuðul til foreldur og upplæring av lærarum.

– Tá vit tosa um góðan kost, er tað vanliga í sambandi við, at vit fyribyrgja hjarta- og æðrasjúkum, tá vit eru seksti, men kosturin hevur týdning fyri sálarheilsuna her og nú. Børn skulu vera sosial, mennast, læra og virka saman við øðrum. Vit vilja ikki, at tað, sum tey eta, skal forða teimum í tí, sigur Øverby.

Kelda: forskning.no