Tíðindi
Ætlar landsstýrismaðurin at gera fólkaskúlan lokkandi fyri útisetafamiljur?
Spurningarnir eru:
Fer landsstýrismaðurin at arbeiða miðvíst við at gera góðskuna í føroyska fólkaskúlanum til ein part av føroyska fólkavakstrar-og heimflytingarpolitikkinum?
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um ítøkilig átøk, sum kunnu gera føroyska fólkaskúlan so góðan og lokkandi, at hann verður eitt argument fyri at flyta heim til Føroya hjá føroyskum útisetafamiljum?
Í viðmerking til spurningarnar sigur løgtingskvinnan, at ein av stóru avbjóðingunum hjá Føroyum er at fáa fleiri av teimum mongu ungu, sum fara uttanlands at útbúgva seg, at flyta heim aftur eftir loknan lestur.
- Fyri útisetar, sum hava fingið børn, kemur ofta eitt serligt tíðarskeið, har avgerðin um framtíðar bústað gerst átrokandi: Tað er, áðrenn børnini skulu byrja í skúla. Tá børnini longu eru farin í skúla, hava fingið vinir og fest røtur í nærumhvørvinum, kann gáttin at flyta til Føroya gerast munandi hægri. Gransking í flyting og bústaðarvali vísir samstundis, at góðskan á skúlum hevur týdning fyri, hvar barnafamiljur velja at búseta seg. Fyri eina føroyska familju uttanlands er spurningurin tí ikki bara, um foreldrini kunnu fáa eitt gott starv og ein bústað í Føroyum, men eisini: Fáa børnini ein minst líka góðan uppvøkstur og skúlagongd, um vit flyta heim? Hetta gevur okkum orsøk til at síggja fólkaskúlan í einum breiðari samfelagsligum høpi. Fólkaskúlin er sjálvandi fyrst og fremst ein grundleggjandi vælferðartænasta og skal tryggja øllum børnum góða útbúgving. Men ein framúr góður og lokkandi fólkaskúli kann samstundis vera fólkavakstrarpolitikkur og ein kappingarfyrimunur hjá Føroyum, tá vit royna at fáa ungar barnafamiljur at flyta heim aftur til Føroya.
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?