Tíðindi
Ætlar landsstýrismaðurin at byggja nýggjan skúla á Trøðni?
Í viðmerking til spurningin sigur løgtingskvinnan, at hølisviðurskiftini sum heild so sum rúm til skúla og frítíðarvirksemi, amboð, leikur, spælipláss, møguleikar til rørslu umframt starvsfólkaviðurskifti eru avgerandi í øllum skúlum.
- Sjálvsagt skal ein nøktandi rakstrarjáttan til, men fysisku karmarnar hava eisini alstóran týdning. Okkara einasti serskúli, skúlin á Trøðni, er slitin bæði innan og uttan. Talið á børnum, sum tørvar serskúla, økist eisini umframt, at skúlin nú eisini rúmar frítíðarvirkseminum hjá einum ávísum parti av børnunum. Spurningurin er, um skúlin er tíðarhóskandi, um dagføringar og ábøtur kunnu gerast, ella um tað ikki er rættari at fara undir fyrireikingar til ein nýggjan skúla.
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?