Tíðindi

Vit síggja longu úrslit

09.04.2026
- Vit hava reglur fyri, hvussu vit tosa við hvønn annan, sigur Hallgerð Hansen, lærari í Kvívíkar skúla.

Kvívíkar skúli var millum teir fyrstu skúlarnar at fara í holt við Betri vinir í innskúlingini. Ein av lærarunum, sum hevur verið við frá byrjan, er Hallgerð á Líðarenda Hansen.

- Vit hildu, at Betri vinir kundi verið eitt gott trivnaðarátak fyri at fáa góðan trivnað inn í floksmentanina so tíðliga sum gjørligt, og tí tóku vit av alt fyri eitt, greiðir hon frá.

Hetta er ómetaliga gott tilfar, tí tað er so nógv gott í kuffertinum, og góðar vegleiðingar til, hvørjum vit kunnu arbeiða við. Vit brúka nógv plakatina Betri vinir við teimum fýra virðunum: tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, sum vit altíð kunnu tosa út frá. Eisini eru tey glað fyri massasjuløturnar aftur við søgunum.

Men síggjast úrslit av átakinum í trivnaðinum millum næmingarnar?

Jú, vit síggja úrslit, og vit brúka tilfarið í tí dagliga. T.d. hava vit reglur fyri, hvussu vit hjálpast at, hvussu vit tosa við hvønn annan, og vit brúka eisini samrøðutalvurnar, tá vit hava floksins tíma til at tosa út frá. Vit hava plakatina hangandi, so vit altíð kunnu tosa út frá henni.

Og ikki at tala um bamsuna. Tá onkur er kedd/-ur, er hon ómetaliga góð at hava. Tey eru so góð við bamsuna. Bamsan hevur eisini verið heima hjá børnunum og ferðast, og tey hava skrivað dagbók um, hvat bamsan hevur gjørt í vikuskiftinum. Hon upplivir mangt og hvat og hevur verið á bátafestivali, Havnartúri o.a.

Tað er ikki ókent, at tað kann tykjast møtimikið at fara í holt við nýtt tilfar, tá nógv er at síggja til í gerandisdegnum. Hetta hevur tó ikki verið ein trupulleiki við Betri vinum, heldur Hallgerð.

- At fara undir nakað nýtt er spennandi, og serliga tá tilfarið er so gjøgnumført, sum Betri vinir er. Harafturat hevur tað týdning, at leiðslan er við, umframt at tað verður fylgt væl upp av trivnaðarráðgevanum, sum kemur út á skúlan at vegleiða okkum. Hjá okkum hevur trivnaðarráðgevin sitið inni í skúlastovuni og fylgt við undirvísingini, og tað hevur verið trygt og gott at fáa viðmerkingar og vegleiðing um tað, sum er gott, men eisini um eitthvørt kann gerast betri. Í byrjanini var eg eitt sindur fjálturstungin, men tað gekk skjótt yvir. Tað er einki at ræðast. 

Les meiri um evnið í Skúlablaðið nr 1, 2026.